Arbeiðsumstøðurnar svara ikki til menningartilgongdina

- Myndugleikarnir mugu ásanna, at korini hjá skúlaleiðslunum ikki eru í samljóði við krøvini, sum verða sett skúlunum. Hetta mugu myndugleikarnir taka avleiðingarnar av, siga seks norðurlendskir skúlastjórar í eini felagsniðurstøðu

Í farnu viku stevndu skúlastjórar úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki á skúlastjóraráðstevnu í Húsavík saman við norðurlendsku leiðslufelagsskapunum í lærarafeløgunum í hesum londum.

Í eini felags niðurstøðu siga skúlastjórarnir, at ein vælvirkandi útbúgvingarskipan er sera umráðandi í framtíðini. Norðurlond eiga framhaldandi at gera seg galdandi á hesum øki. Í arbeiðinum at menna skúlan eiga skúlastjórarnir ein avgerandi leiklut.

Felags fyri Norðurlond er, at arbeiðsstøðan hjá skúlastjóranum er broytt munandi upp ígjøgnum nítiárini. Nýggjar skúlalógir og økt spjaðing hava ført við sær nýggjar arbeiðsuppgávur, bæði námsfrøðiligar og umsitingarligar. Krøv og væntanir frá myndugleikum og umhvørvi til skjalprógvan, skúla- og góðskumenning, verða framhaldandi økt. Ábyrgdina fyri eini positivari menning eigur skúlastjórin.

Tey seks norðurlendsku skúlastjóraumboðini, sum hava undirskrivað felagsniðurstøðuna, siga seg vera tilvitað um og til reiðar til at taka hesa ábyrgdina. Men stóru trupulleikarnir við at manna skúlastjórastørvini í øllum Norðurlondum, vísa týðiliga, at arbeiðsumstøðurnar hjá skúlastjórunum ikki svara til menningartilgongdina sum skúlin er í. Tí er alneyðugt at bøta um hesi viðurskifti. Tørvur er á bæði øktari leiðslutíð í skúlanum, eini bøttari umsiting, neyðugari førleikamenning, og einum arbeiðsgevara, sum stuðlar skúlastjórunum.

Myndugleikarnir seta krøv til skúlastjórarnar, og tað við røttum.

- Vit seta nú krøv til myndugleikarnar um virðing fyri okkara arbeiðsumhvørvi. Myndugleikarnir mugu ásanna, at korini hjá skúlaleiðslunum ikki eru í samljóði við krøvini, sum verða sett okkum. Hetta mugu myndugleikarnir taka avleiðingarnar av, siga teir seks skúlastjórarnir.