Arbeiða dag og nátt í Fuglafirði

Havsbrún hevur longu tikið ímóti 30.000 tonsum higartil í ár. Bara henda mánaðan eru 20.000 tons løgd upp í Fuglafirði

Rættiligt fiskarok hevur verið í Fuglafirði seinastu tíðina.

Bara higartil í ár hevur Havsbrún longu tikið ímóti 30.000 tonsum av ídnaðarfiski.

Nógv tann besti mánaðin er apríl, sum vit eru í. Bara henda mánaðin hevur Havsbrún tikið ímóti ikki færri enn 20.000 tonsum.

Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, sigur, at hetta er av tí allarmesta, sum Havsbrún hevur tikið ímóti.

Hetta er besta tíðin til svartkjaft og nógv tað mesta av tí, sum Havsbrún hevur tikið ímóti, er svartkjaftur.

Talan er um føroysk, skotsk og írsk skip, sum hava avreitt í Fuglafirði

Prísurin á svartkjaftinum er góður í ár, nógv betri enn í fjør.

Í fjør fingu skipini eini 50 oyru fyri kilo. Men í ár er prísurin eini 40% hægri, ella eini 70 oyru.

Bergur Poulsen sigur, at kappingin um fiskin er sera hørð. Men tað er onki at gera hjá Havsbrún uttan at fylgja við.

? Men vinnararnir, tað eru skipini og manningarnar, sum gera tað gott hesa tíðina, sigur hann.

Hann sigur, at svartkjafturin hevur fingið sera stóran týdning fyri Havsbrún hesi seinastu árini.

? So eg vóni, at politikararnir fyrireika seg væl og tryggja føroyingum eina so stóra kvotu sum til ber, um, og tá, svartkjafturin verður kvoteraður.

Arbeiða dag og nátt

Bergur Poulsen sigur at tann nógvi fiskurin ber í sær, at tað er neyðut at arbeiða dag og nátt á Havsbrún.

Tilsamans eru eini 70 fólk til arbeiðis.

Arbeitt hevur verið hvønn dag. Einasti dagur, tey hava haildið frí, var 1. páskadag.

Tað mesta av fiskinum verður malið til fiskafóður, men eitt sindur verður selt.

Sakna hvítingsbróðurin

Stjórin á Havsbrún sigur, hetta rokið er væntandi hendan og komandi mánaða.

Tá byrjar sildatíðin og hann vónar, at fiskiskapurin fer at halda sær.

Spurningurin er so, hvussu verður á Havsbrún í vetur.

Síðani fiskikapurin eftir ídnaðarfiski helt uppat undir Føroyum fyri trimum árum síðani hevur verið meiri deydligt á Havsbrún um veturin.

Og Bergur Poulsen dylir ikki fyri, at tað er stórur saknur í hvítingsbróðrinum.

? Síðani hesin fiskiskapurin helt uppat undir Føroyum, hevur lítið verið at gjørt á Havsbrún um veturin, tí tað er ongin fiskur at fáa.

? Vit missa rættiliga nógvan fisk av tí sama. Men tað ger eisini, at vit mugu gera nógv fiskafóður til goymslurnar tað tíðina, vit fáa fisk, og tað kostar nógvar pengar at hava stóra goymslu.

Men kortini er goymsluplássið so lítið, at vit harumframt noyðast at innflyta fiskamjøl at gera fóður burturúr.

Bergur Poulsen sigur, at tað tí alt í alt kostar Havsbrún eina stóra upphædd hvørt ár at skipini ikki longur sluppu at fiska ídnaðarfisk undir Føroyum.

Og hann skilir framvegis ikki avgerðina, tí fiskifrøðingar hava víst á, at tað ber til at fiska 30.000 tons av hvítingsbróðuri undir Føroyum um árið, uttan at gera nakað sum helst fortreð fyri onnur fiskasløg.

? Tí var ongin verulig orsøk til at banna fiskiskapinum eftir ídnaðarfiski undir Føroyum, leggur hann afturat.


Íløgur fyri 20 milliónir

Men hóast ídnaðarflotin undir Føroyum varð avsagdur, hava tey á Havsbrún kortini ikki heilt mist áræðið og álitið á framtíðina.

Tí hesi bæði seinastu árini hava tey keypt útgerð og maskinur fyri 20 milliónir krónur.

?Hetta var avgjørt ein neyðug íløga, sigur Bergur Poulsen.

? Partvís var útgerðin, vit høvdu, gomul, og partvís er neyðugt at endurnýggja seg, fyri at fylgja við.

Hann sigur, at nú teir verða lidnir at seta nýggju útgerðina upp, verða teir førir fyri at gera betri fiskafóður, enn teir hava gjørt, og somuleiðis verður framleiðslan effektivari.

Tað, sum Havsbrún hevur keypt, eru nýggir »inn-damparar« sum tey nevna tað, fyri 10 milliónir, umframt eina nýggja ketlaskipan, sum kostar aðrar 10 milliónir.

? Táið henda nýggja útgerðin er sett upp, er Havsbrún eitt sera framkomið og gott virki, leggur hann afturat.