Í Thailandi arbeiða granskarar við at brúka tubbaksplantur til at menna eitt nýtt koronu-koppingarevni.
Granskarar, sum arbeiða við verkætlanini, vóna at kunna menna eitt koppingarevni, sum kann berja niður omikron-frábrigdið.
Menningin av nýggja koppingarevninum móti koronu byrjaði í 2020, og nú eru teir á øðrum stigi at royna koppingarevnið við menniskjum.
Eydnast tað at framleiða koppingarevnið, sum byggir á plantuúrdráttir, verður mett, at koppingarevnið lætt kann framleiðast víða um lond, tí tubbaksplantur kunnu dyrkast kring meginpartin av heiminum.
Og tað kostar lutfalsliga lítið at dyrka planturnar.
Sky News veit at siga, at granskarar vilja brúka avstralskar tubbaksplantur, tí hesar hava eina minni nøgd av tubbaki enn plantur, sum eitt nú vera brúktar til framleiðslu av sigarettum.
Thailendsku granskararnir siga, at planturnar veksa sera skjótt, og innan ein mánaða kunnu tær gerast um frá fræi til koppingarevni.
- Tað tekur bara tíggju dagar hjá okkum at framleiða eina prototypu, og eftir trimum vikum kunnu vit síggja, um prototypan virkar ella ei, sigur virkandi stjórin í Baiya Phytopharm, Dr. Suthira Taychakhoonavud, við Sky News.
Hann sigur, at arbeitt verður við einum koppingarevni, sum virkar ímóti omikron-frábrigdinum.
- Vit hava prototypuna, sum vit testa júst nú, sigur stjórin.
Skal koppingarevnið fáast at virka við tubbaksplantum, brúka granskarar bløðini á plantuni sum rávøru fyri at framleiða proteinir, ið líkjast koronu-virusinum. Síðan verða bløðini blendað, og proteinirnar tiknar burturúr.
- Soleiðis fáa vit andevni móti koronu-virus, og koppingarevnið úr tubbaksplantum verður í fyrsta lagi góðkent seint í 2022, sigur stjórin í Baiya Phytopharm við Sky News.
Anleggið, sum virkar tubbaksplantur til koronu-koppingarevni til menniskju, er hitt fyrsta av sínum slag í Asia.