Arbeiðið at gera venjingarmiðstøð er farið í gongd

HPH Smíð og RenoVent skulu standa fyri arbeiðnum at rigga niðaru hæddina av ítróttarhúsinum við Margáir til venjingarmiðstøð.

Á sumri 2021 samtykti býráðið í Sunda kommunu, at niðara hæddin av felagshúsinum við Margáir skal brúkast til venjingarmiðstøð.

 

- Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, sum eru sett av til endamálið.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøðina varð boðið út alment, og tá varð avtala gjørd við Burn um at standa fyri tilboðnum.

 

- Hølini, har venjingarmiðstøðin skal verða, eru púra rá og óinnrættaði, so áðrenn Burn kann byrja sítt virksemi, skulu hølini riggast til og innrættast til endamálið.

 

Síðsta heyst varð arbeiðið at gera hølini klár boðið út, og við árslok 2021 gjørdi kommunan avtalu við Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent um at standa fyri arbeiðnum.

 

- Arbeiðið at innrætta hølini er nú farið í gongd, og gongst sum ætlað letur nýggja veningarmiðstøðin við Margáir upp komandi summar, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

##med2##