Arbeiðið hevur gingið væl

- Í næstu viku kemur fyritøkan HJ Asfalt at asfaltera vegin aftur, siga tey í kommununi

 

 

- Arbeiðið við at binda kloakkina í spillvatnsskipanina hevur gingið væl, og nú er arbeiðið liðugt á Kirkjuvegnum.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at aftur í ár er tað fyritøkan, R. Transport, sum hevur gjørt hetta arbeiðið fyri kommununa.

 

- Í næstu viku kemur fyritøkan HJ Asfalt til Kvívíkar at asfaltera vegin aftur, siga tey í Kvívíkar kommunu.