Mánadagin 12. august klokkan 16 fara fyrrverandi starvsfólk hjá bilasøluni hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Tað er Sámal Bláhamar, sum fór í læru hjá Vilhelm Nielsen fyri júst 50 árum síðani, ið hevur tikið stig til tiltakið.
Birgir Krossteig, múrarameistari, ið heldur til í gamla verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen hevur verið so beinasamur at geva gomlu starvsfólkunum hjá Vilhelm Nielsen innivist í hølunum í Jónas Broncksgøtu.
Undir gomlu myndini av bilasøluni hjá Vilhelm Nielsen er ein ljóðsamrøða við Sámal Bláhamar um tiltakið, sum verður á skránni mánadagin.