Arbeiðsgevarar hava hitt flóttafólk úr Ukraina

Onkur av teimum fekk arbeiðið beinanvegin

Í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina, eru fleiri flóttafólk komin til Føroya. Í hesum sambandi er takið eisini at fáa teimum arbeiðai, so at at tey sjálvi kunnu forsyrgja sær og sínum. Í hesum sambandi skipaði Als hendan dagin fyri tiltaki, har tríggir arbeiðsgevarar fingu høvi til at hitta nøkur av flóttafólkunum úr Ukraina.

 

Als sigur, at tey skipaðu fyri tiltakinum í samstarvi við Útlendingastovuna, integratiónssamskiparan hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri tríggjar arbeiðsgevarar.

 

Við á tiltakinum vóru 10 flóttafólk úr Ukraina. Við støði í upplýsingum um teirra førleikar, arbeiðsroyndir og arbeiðsynskir, hevði ALS sett seg í samband við tríggjar arbeiðsgevarar. Talan var um PM+, Tórshavnar kommunu og Smyril Line- og longu undir fyrireikingini til tiltakið setti PM+ ein av ukrainunum í starv.

 

Endamálið við tiltakinum, sum tey kalla eitt jobmatch er, at arbeiðsgevrar og arbeiðstakarar fáa høvið til at hitta hvønn annan beinleiðis fyri at tosa um starvsmøguleikarnar. Als sigur, at á tiltakinum lýstu arbeiðsgevararnir sítt virksemi fyri luttakarunum, og síðan vóru starvssamrøður hildnar.

 

– Bæði PM+ og Tórshavnar kommuna hava longu starvsfólk, sum duga ukrainskt og russisk, og tað sigur kanska nakað um fjøltáttaða føroyska samfelagið, sigur Als. Tey siga, at annars brúktu tey tulk.

 

Umframt at eitt av flóttafólkunum fekk starv beinanvegin, er tað í hvussu so er eitt annað av teimum, sum væntandi fer ein royndartúr við Norrønu í næstu viku. Als sigur, at hetta er eitt tiltak, sum eydnaðist so mikið væl, at tað fer at verða endurtikið fyri at fáa skjótt og gott samband ímillum flóttafólk út Ukraina og føroyskar arbeiðsgevarar.