Arbeiðsgevarar: Tey eiga at sleppa at arbeiða fleiri tímar

Helvtin fær minni enn 20.600 krónur um mánaðin, arbeiðsgevarin undrast á at tey fara til Jørgen Niclasen at tosa um lønina

Heilsuhjálparar hava eina endaløn upp á góðar 27.000 kr. um mánaðin. Tað staðfestir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í eini fráboðan í dag.

Tað gera tey eftir at Heilsuhjálparafelagið boðaði frá hendan dagin, at tað kostaði minni enn 10 milliónir um árið at lyfta lønina hjá teimum upp á eitt stig, har tey kundu samanberast við aðrar lønarbólkar.

 

Les meiri um tað her:  So nógv kostar tað at gera teimum eina ordiliga løn

 

Kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015 og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað undrar tey Heilsuhjálparafelagið fer til Fíggjarmálaráðið at viðgera støðuna á eldraøkinum.

 

– Endalønin hjá einum heilsuhjálpara, sum arbeiðir fulla tíð, liggur um 27.000 krónur um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn. Lønin hjá einum heilsuhjálpara er sostatt á stigið sum lønin hjá øðrum starvsfólkum við líka langari útbúgving, eitt nú námsfrøðiligum hjálparum á dagstovnum, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Men tey taka undir við Heilsuhjálparafelagnum, at neyðugt er at gera nakað munagott at bøta fyri at nøkt tørvin á starvsfólki í eldrarøktini. Tey ásanna eisini, at lønin hevur týdning, men arbeiðsumstøðurnar hava eisini stóran týdning. Ein trupulleiki er, at tað er trot á arbeiðsmegi sum heild og tá hjálpir tað ikki bara at hækka lønirnar.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið eru í samráðingum um nýggjan sáttmála og tey eru samd um, at tað er neyðugt at útvega fleiri starvsfólk.

 

Lønin er ein partur av samráðingunum, men ein annar partur er, hvussu starvsfólkahópurin er settur saman saman, og hvussu nógvar tímar starvsfólkini arbeiða á økinum. Fleiri heilsuhjálparar og heimahjálparar hava ikki fulla arbeiðstíð og tí er lønin lægri enn hon hevði verið, arbeiddu tey fulla tíð.

 

Taka vit tey, sum hava fingið løn, sum heilsuhjálparar og heimahjálpari hvønn mánað í fjør, er støðan tann:

 

-  At fjórði hvør forvann meira enn 23.600 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

 

-  At helvtin forvann meira enn 20.600 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

 

– Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur, at partarnir eiga at leggja orku í at kanna møguleikarnar fyri at fáa heilsuhjálparar og heimahjálparar settar í starv í fulltíðarstørv, ella í hvussu so er við fleiri tímum enn tey hava nú. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at partarnir eiga at arbeiða við tryggari setanarviðurskiftum fyri starvsfólkini, sum arbeiða á eldraøkinum, siga tey.