Arbeiðsóhapp: Fekk tungan sekk oman á seg

Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og kannar málið.

Eitt sindur aftaná klokkan 13 í gjár, hendi eitt arbeiðsóhapp á Norðhavnini í Ánunum.

 

Ein maður fekk ein sekk, sum vigaði umleið 600 kilo, oman á seg. Maðurin hevur helst brotið annað beinið.

 

Tað var í sambandi við umskipan av farmi, og so slitnaði trossur. Tað var ein sekkur við biofiltrum, sum brúkast til alivinnuna.

 

Arbeiðseftirlitið hevur verið á staðnum og kannar málið.