Arbeiðssteðgur og verkbann stendur við

Kommunurnar ætla nú at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, sjálvt um Føroya Pedagogfelag hevur noktað limum sínum at søkja hesi størvini

Kommunurnar ætla nú at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, sjálvt um Føroya Pedagogfelag hevur noktað limum sínum at søkja hesi størvini, tí tey ikki eru flokkað, og arbeiðssteðgur av somu orsøk er lýstur at fara í gildi, beinanvegin nýggja skúlaárið byrjar.

 

Tað skrivar Pedagogfelagið heldur fast um, at námsfrøðingar og lærarar í forskúlunum skulu hava somu løn, tí tey sambært forskúlakunngerðini eru felags um arbeiðið.

 

Føroya Pedagogfelag minnir í almennari lýsing í gjár aftur sínar limir á, at felagið framvegis blokerar námsfrøðingastørvini í landssins forskúlum, sum felagið eisini hevur lýst arbeiðssteðg á frá á midnátt 17. august, tá næsta skúlaár formliga byrjar.

 

Lýsingin sigur stutt og greitt, at Føroya Pedagogfelag noktar øllum limum sínum at søkja arbeiði í forskúlunum.

 

Orsøkin til, at felagið endurtekur verkbannið nú, er hon, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, í skrivi í gjár gjørdi Pedagogfelagnum greitt, at kommunurnar nú fara at søkja eftir námsfrøðingum til næsta skúlaár, hóast trætan er óloyst.

 

Tað merkir, at KAF ikki ætlar at bíða eftir, at trætan við Føroya Pedagogfelag um flokkingina av námsfrøðingastørvunum í landsins forskúlum verður viðgjørd og loyst í samsvar við galdandi reglur og mannagongdir fyri trætur á arbeiðsmarknaðinum.