Mansliðið hjá KÍ skapti í ár avrik, sum einki annað føroyskt fótbóltslið áður hevur gjørt.
Eitt var, at KÍ vann FM-heitið triðja árið á rað, men í Europa var KÍ stóra søgan um alt Europa. Orsøkin var, at KÍ vann fleiri flottar sigrar og spældi seg í bólkaspælið í Conference League, har liðið eisini avrikaði væl.
Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023", ið Sosialurin hevur givið út, tekur saman um óvanliga góða árið hjá KÍ. Tað verður gjørt við greinum, myndum, hagtølum og greiningum. Eisini verða avrikini hjá hinum føroysku feløgunum umrødd í bókini.
Bókin er 200 síður og fæst til sølu kring landið.
##med2##