Archi Black í Ribarhúsi

Fríggjadagin læt Archibald Black upp framsýning í Ribarhúsi

Fríggjadagin læt Archibald Black upp listaframsýning í listaskálanum Ribarhúsi í Fuglafirði.
Tað er Ribarhús, sum hevur boðið Archibald Black at sýna fram til 7. mars.
Umframt oljumálningar, eru tusch, kol-, svart- og reyðkritstekningar at síggja.
Archibald Black er kent navn í Klaksvík, men tað er ikki ofta at hann er at síggja uttanfyri bøgarðarnar har norðuri.
Tó at hann hevur havt framsýningar í Danmark, Noregi og Svøríki. Men hetta er fyrstu ferð, hann fram í Riberhhús
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00  til 17.30 og leygardag frá 11.00 til 13.00