Arctic Import Føroyar er ein spennandi heilsøla

- Vit hava alt til reingerð, bæði vaskievni, vaskiamboð, vaskivognar og annað, og vit hava eisini reingerðarevni í tunnum og 1000 liturs plattatangum til stórvinnu, sigur stjórin í Arctic Import Føroyar, Eyðun Hansen.

 

Arctic Import hevur alt til reingerð, bæði vaskievni, vaskiamboð, vaskivognar og dustsúgvarar til vinnulig endamál. Útboðið til vasking vendir sær serliga til vinnu, skrivstovur og stovnar.

Arctic Import Føroyar er ein spennandi fyritøka, sum húsast í egnum hølum við góðum skrivstovu-og goymslumøguleikum í Smiðjugerði 9 í Havn. Fyritøkan er partur av stóra Arctic Group-samtakinum, sum hevur høvuðssæti í Aalborg. 

 

Tað er ikki av tilvild, at samtakið hevur arctic-navnið við í sínum skjaldrarmerki, tí fyritøkan hevur arktiska økið sum sín høvuðsmarknað. 

 

Sum veitari í Føroyum er Arctic Import ikki best kent sum útbjóðari av matvørum, tó at fyritøkan í Aalborg hevur ment seg til at vera ein av stóru veitarunum av kolonialvørum í eitt nú Grønlandi - bæði til keypmenn, matstovur og skip. 

 

Tað eru eisini fleiri matvørur í Føroyum, sum hava sín uppruna hjá Arctic Import-fyritøkuni í Aalborg, men matvørur eru ikki fevndar av virkisøkinum hjá deildini í Føroyum, sum leggur seg eftir at veita aðrar tænastur.  

 

##med2##

 

Alt tað leysa  

 

Arctic Import Føroyar er kent fyri sínar veitingar og tænastur av ymiskum gerandislutum, vørum og servørum til bæði alment og privat, kommunur, stovnar og virkir.  

Sum dømi kann nevnast, at tá stóri og nútímans felagsskúlin á Oyrarbakka við ítróttarhøll varð bygdur, og gamli parturin av skúlanum varð dagførdur, hevði Arctic Import eina stóra veiting av leysum innbúgvi og ymiskum øðrum til skúlan. 

 

Her veitti fyritøkan í Havn borð og stólar til fleiri flokshøli og ymiskan útbúna til nýggja kantinuøkið. Fyritøkan veitti eisini bókasavninum á skúlanum innbúgv, eins og felagsøki fingu innbúgv og serbenkur.

Men, Felagsskúlin á Oyrarbakka er als ikki hin einasti, sum Arctic Import Føroyar hevur veitt tænastur til. Fyritøkan hevur eisini havt veitingar av leysum innbúgvi og øðrum til nýggja skúlan í Fuglafirði, Skúlatrøð í Klaksvík, Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju og endurvenjingardepilin, Urd – bert fyri at nevna nakrar av veitingunum úr rúgvuni. 

 

Arctic Import er eisini veitari av eitt nú venjingarútgerð og venjingarøkjum til allar aldursbólkar og øll endamál, bæði inni og úti, og fyritøkan bæði mennir, hevur hugskotini og útbúnaðin til uttandura spælipláss, har fleiri slík standa uppi kring landið. 

 

Tá talan er um matgerð og borðreiðing, hevur Arctic Import Føroyar eisini alt, sum skal brúkast í einum effektivum og nútímans stórkøki, bæði køkstól og ymiskan annan útbúnað, sum ger arbeiðið í køkinum lættari og effektivari. 

 

Tað er Eyðun Hansen, sum er stjóri í Arctic Import Føroyar, og tað hevur hann verið síðan 2014. Herfyri vitjaðu vit inni á gólvinum í Smiðjugerði 9 og sluppu at síggja góðu umstøðurnar, sum fyritøkan hevur. 

 

Umframt góðu goymsluviðurskiftini, hevur fyritøkan eisini eitt framsýningarhøli, sum serliga leggur seg eftir at vísa fram innbúgv av ymiskum slag, bæði skrivstovu-, lounge-og skúlainnbúgv.

 

##med3##

 

Alt til reingerð

 

- Vit hava alt til reingerð, bæði vaskievni, vaskiamboð, vaskivognar, og vit hava dustsúgvarar, serliga ætlaðir til vinnulig endamál. Okkara útboð til vasking vendir sær serliga til vinnu, skrivstovur og stovnar.

Eyðun Hansen vísir á, at tá Arctic Import Føroyar eisini hevur fleiri størri og smærri virkir sum viðskiftapartar, eru ymisku reingerðarevnini ikki bara í smáum dunkum, men eisini í tunnum og 1000 liturs plattatangum.

 

- Her hava vit eisini alt til hondvask og hondturking, og vit hava kaffimaskinur og kaffiposar ætlað til vinnulig endamál. 

 

Tríggir søluráðgevarar

Av teimum átta fólkunum, sum starvast hjá Arctic Import Føroyar, eru eisini tríggir søluráðgevar, sum koyra kring landið at vitja og greiða viðskiftapørtum frá teimum vørum og tænastum, sum fyritøkan bjóðar. 

- Tey, sum vilja vita meira um Arctic Import Føroyar, eru vælkomin at vitja okkara heimasíðu - arcticimport.fo og Facebook-síðu við sama navni, sigur stjórin, Eyðun Hansen.

 

##med4##

 

Arctic Import hevur alt til reingerð, bæði vaskievni, vaskiamboð, vaskivognar og dustsúgvarar til vinnulig endamál. Útboðið til vasking vendir sær serliga til vinnu, skrivstovur og stovnar.