Arctic Prime Fisheries hevði risastórt hall

Hóast eitt hall í fjør á 35 miljónir krónur, er leiðslan í Arctic Prime Fisheries bjartskygd um framtíðina.

 

Supertrolarin - Ilivileq - fer væntandi at geva eitt gott íkast til raksturin í ár.

Supertrolarin - Ilivileq - fer væntandi at geva eitt gott íkast til raksturin í ár.

 

 

Suðurgrønlendska fiskivinnufelagið, Arctic Prime Fisheries, sum hevur sítt høvuðssæti í Qaqortoq, hevði eitt hall í fjør á heilar 35 miljónir krónur.

 

Kortini er leiðslan í felagnum bjartskygd um framtíðina. Nýggja skipið, sonevndi supertrolarin - Ilivileq - fer væntandi at geva eitt gott íkast til raksturin í ár.

 

Sambært Sermitsiaq, hevði Arctic Prime Fisheries ein samlaðan umsetning í fjør á 198 miljónir krónur, og hallið á 35 miljónir krónur er eftir skatt.

 

Í sínari ársfrágreiðing vísir felagið á, at úrslitið í fjør er nógv merkt av heimsumfatandi koronu-kreppuni.

 

Kreppan førdi eitt nú til, at flaggskipið Ilivileq gjørdist nógv seinkaður og slapp ikki til fiskiskap fyrr enn í seinna hálvári í fjør. Haraftrat var frystitrolarin Tasermiuts fleiri mánaðir longri á beding enn ætlað.

 

Umsetningurin hjá Arctic Prime Fisheries minkaði, tí tað eydnaðist ikki at fiska 3.060 av toski, sum felagið hevði tillutað í 2020, og fiskavirkini mistu nógvan pening av lágum fiskaprísum.

 

Men, leiðslan í felagnum er kortini bjartskygd um framtíðina og heldur ikki, at árið í 2020 umboðar menningina, sum hevur verið í felagnum og sum væntandi verður framyvir.

 

 

 

Supertrolarin - Ilivileq - fer væntandi at geva eitt gott íkast til raksturin í ár.