Árendur á súkklu

Ein smádrongur varð skaddur í einum ferðsluóhappi í Sandavági seinnapartin.

 

Løgreglan sigur, at hon veit ikki heilt, hvat er farið fram enn, annað enn at drongurin var á súkklu, tá hann varð árendur.

 

Drongurin var fluttur við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið. 

- Talan er als ikki um nakað álvarsligt ferðsluóhapp, men vit valdu kortini at senda dreingin til Havnar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Hann veit tó ikki, hvat víðari hendi við dronginum ella hvussu stórur, løsturin var.

 

Ikki er eydnast in.fo at frætta, hvussu drongurin hevur tað í kvøld.