Argentina hevur ongantíð tapt eina HM-hálvfinalu

Lionel Messi og liðfelagarnir hava søguna við sær

Klokkan 19 í kvøld spæla Argentina og Kroatia HM-hálvfinalu í Katar.

 

Argentinar vóna, at ríka hálvfinalusøgan hjá teimum fer at halda, tí Argentina hevur ongantíð tapt eina HM-hálvfinalu.

 

Argentinar hava verið í fimm HM-finalum. Teir vunnu HM-finaluna í 1978 og í 1986, og teir taptu HM-finaluna í 1930, 1990 og í 2014.

 

Megna kroatar at gera enn ein vørr í HM-kappingini verður tað fyrstu ferð, at argentinar tapa eina HM-hálvfinalu.

 

Veddingarfyritøkurnar hava annars Argentina sum favoritt til at vinna hálvfinaluna í kvøld.