Eyðun á Borg
Sum lærari í Argja skúla havi eg nakrar persónligar viðmerkingar um skúlabyggingarætlanir á Argjum.
Nú verður sagt, at vit fáa ein nýggjan skúla uppi undir hamrinum (oman fyri Hebron og barnagarðin).
Tað skuldi verið gott at fingið ein nýggjan skúla, men eg eri eitt sindur ivasamur og hugsi: Man søgan fara at endurtaka seg?
Í 1980-árunum høvdu vit næstan sett spakan í viðvíkjandi skúlavíðkanarætlanum her niðri á Billutrøð! Tekningarnar vóru fullfíggjaðar og snotiligar! Knappliga fekk onkur tað hugskotið, at best hevði kanska verið at bygt ein annan skúla longri uppi í bygdini!Hvat hendi? Alt byggimálið steðgaði! Jú, tíðirnar vóru serstakar. So gingu árini.
Í 2005 lógu aftur nýggjar, fínar tekningar á borðinum!Skúlin á Billutrøð skuldi víðkast/ nútíðargerast.
Hesa ferð varð spakin settur í! Í desembur 2005 kom ein borivognur og boraði nøkur hol á skúlans øki!
Eftir nýggjár komu so knappliga nýggj boð: Nýggjur skúli skal byggjast uppi undir hamrinum! Vónandi endurtekur søgan seg ikki!
Eg skal ikki koma inn á vind og sólargang har uppi, men vónandi verður tað ikki sum við Gomlurætt, tá onkur, eftir at arbeiðið var farið í gongd, segði: Eg visti ikki, at tað var so bratt har!
Kortini má eg siga, at neyvan verður pláss til skúlagarð/ spælipláss, tá ein breiður ringvegur er komin gjøgnum hatta økið oman fyri Hebron/ barnagarðin, og skúlin so skal kroystast niðan undir hamaran! Vónandi vita tit, hvat tit gera!
Annars haldi eg núverandi skúlaøki niðri við Sandágerði vera heimsins besta skúlaøki! Onkur hevur enntá framtíðarhugsjónir um Argja skúla sum tann bláa skúlan niðri við sjóvarmálan, við neysti, bátadrátti og komandi sjósavni fáar metrar niðan fyri skúlan!?!
E.S! Onkur er eitt sindur í villareiði um, hvat nú fer at henda: Sleppa vit at velja, um vit vilja halda fram at starvast her niðri á Billutrøð, eftir at nýggi skúlin er komin?breiður ringvegur er komin gjøgnum hatta økið oman fyri Hebron/ barnagarðin, og skúlin so skal kroystast niðan undir hamaran! Vónandi vita tit, hvat tit gera!
Annars haldi eg núverandi skúlaøki niðri við Sandágerði vera heimsins besta skúlaøki! Onkur hevur enntá framtíðarhugsjónir um Argja skúla sum tann bláa skúlan niðri við sjóvarmálan, við neysti, bátadrátti og komandi sjósavni fáar metrar niðan fyri skúlan!?!
E.S! Onkur er eitt sindur í villareiði um, hvat nú fer at henda: Sleppa vit at velja, um vit vilja halda fram at starvast her niðri á Billutrøð, eftir at nýggi skúlin er komin?
[email protected]