Kappróður
Eingin tykist at skula skala Argjabátin. Á Skálafjørðinum síðsta leygardag var hann meiri sannførandi vinnari, enn hann var í Klaksvík næstsíðsta leygardag.
Á Norðoyastevnu var Nevið Reyða næstfremst, og Kvívíkingur var nummar trý. Á Skálafjørðinum var Kvívíkingur nummar tvey, og Nevið Reyða var nummar trý. Men munurin frá Argjabátinum og til Kvívíking var tann sami í Runavík, sum hann var í Klaksvík. Ta ferðina vóru fimm sekund frá nummar eitt og til nummar trý. Hesa ferð vóru fimm sekund frá nummar eitt og til nummar tvey.
Í Klaksvík vóru trý sekund frá Argjabátinum og aftur til Nevið Reyða. Leygardagin vóru seks sekund frá Argjabátinum og aftur til Nevið Reyða, sum altso endaði á triðja plássinum.
Tað hevur verið tosað um, at Kvívíkingur fór væl seinni undir venjingarnar, enn teir umborð á Argjabátinum fóru, og at hetta kanska fór at hava við sær, at munurin millum Argjabátin og Kvívíkingin fór at minka, sum kappingin fór at eldast, og kvívíkingar fóru at koma í alt betri venjingarstøðu.
Tað er sjálvandi framvegis møguleiki fyri, at hetta skal fara at laga seg soleiðis. Men leygardagin var tað einki, sum boðaði frá, at Argjabáturin hesa ferð var minni sannførandi vinnari, enn hann var í fyrstu kappingini.
Argjabáturin stakk seg skjótt framum hinar. Munurin gjørdist størri, og á málinum var Argjabáturin meiri enn leysur av Kvívíkinginum.
Ørvur er mannaður av nýggjum, eftir at fleiri teirra, sum vóru við í fjør, nú eru farnir umborð á Hoyvíkingin. Ørvur hekk væl við í kappingini um triðja plássið. Men undan endaspurtinum gav hann seg, og Nevið Reyða var gott og væl leysur av Ørvi, tá ið bátarnir komu á mál. Knørrur endaði aftastur.
8-mannafør
1Argjabáturin7:42:18
2Kvívíkingur7:47:15
3Nevið Reyða7:48:09
4Ørvur7:54:13
5Knørrur8:01:10