Tað var ein sera spennandi róður millum tey trý áttamannaførini Argjabátin, Miðving og Heiðabátin.
Argjabáturin fekk besta startin, men Miðvingur bjóðaði av fleiri ferðir, Argjabáturin hevði munin, men Miðvingur kom framum tá komið varð á Molan. Argjamenn svaraðu aftur og fóru skutin framum, tað hildu teir allan vegin til málið.
Argjabáturin er føroyameistari.
Úrslit:
1. Argjabáturin 4.12.05
2. Miðvingur 4.13.21
3. Heiðabáturin 4.23.04
Endalig støða:
1 Argjabáturin 47 FM-vinnari
2 Miðvingur 44
3 Gullbrandur 10
4 Heiðabáturin 5
Kelda: jn.fo