Argjabáturin basti Heiðabátinum

Nú er púra javnt í FM kappingini millum argjamenn og teir av Argjum

Tað var so tætt og harvið spennandi, sum tað ber til at vera, tá ið 8-mannaførini kappaðust á sundalagsstevnu í Kollafirði í dag.

Heiðabáturin vann fyri viku síðani á norðoyastevnu í Klaksvík, og Argjabáturin var minni enn eitt sekund aftanfyri. Tá var tað um reppið, at Argjabáturin tók Heiðabátin.

Í dag var gongdin tann sama, sum hon var fyri viku síðani, og tá ið teir fóru undir endaspurtin tóktist tað sum um, at úrslitið fór at verða tað sama í dag.

Soleiðis var tað ikki. Argjabáturin gekk øgiliga væl í endaspurtinum, og tá ið bátarnir fóru um málið var Argjabáturin 9/25 av einum sekundi undan Heiðabátinum.

Tað hveur verið roknað vit, at Tofta Regin úr Vági skuldi standas eg væl í ár. Tað miseydnaðist í Klaksvík hjá vágbingum at bjóða av í kappingini um fremsta plásið, og soleiðis var tað eisini í dag.