Argjamenn eru illa sperdir

Fyrsti sigurin á árinum skal vinnast ímóti KÍ, sum higartil í ár ikki hevur vunnið á útivølli

At tað endar javnt aðru hvørja ferð eigur ikki at vera so galið. Men hjá AB er tað heilt galið, tí allar hinar ferðirnar hevur AB einki fingið burturúr. Harvið hava argjamenn ryggin ímóti múrinum, nú teir fyrireika seg til seinnapartin at fáa klaksvíkingar á vitjan.

-Sjálvandi kennist hetta sera ørkymlandi. Uggin er, at fótbóltsspælið er vorðið alsamt betri. Stóri trupulleikin er, at vit ikki megna nóg nógv í álopinum. Tað styrkir um, at Hørður Mohr og Jobin Drangastein nú eru tøkir aftur. Vit rokna framvegis við, at tá ið vit vinna fyrstu ferð, so fer tað at gleppa, og vit vóna, at tað verður ímóti KÍ. Í Klaksvík var tað sera tætt, men sum fleiri aðrar ferðir í ár, so koppaði tað tá mótstøðuliðnum til fyrimunar, sigur AB miðvallarin Kári Nielsen.

Tað er ivasamt, um Kári Nielsen verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í knænum. Gert Drangastein og Teitur Jóannesarson eru skaddir.

 

Klaksvíkingar hava vunnið fimm ferðir á rað á heimavølli. Á útivølli hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku í seks dystum. Samlaða úrtøkan er tvey stig:

-Um vit skulu røkka fjórða plássinum, so mugu vit eisini skava stig saman á útivølli. Liðið riggar alt betri. Argjamenn eru svangir, so tað verður ikki lætti, men sjálvsálitið hjá okkum er stórt, og støðutalvan sigur, at vit eiga at vinna fulla úrtøku á Argjum ídag, sigur 37 ára gamli KÍ veteranurin Heðin á Lakjuni, sum í yvirtíðini skoraði 2-1 sigursmálið ímóti FC Suðuroy:

-Vit høvdu nógvar møguleikar, men vit vóru ikki nóg neyvir frammanfyri málið. At tað kortini eydnaðist í evstu løtu vísir, at hugburðurin er góður, og at vit ikki missa mótið. Tað er gott viðføri at hava við suður á Argir, sigur Heðin á Lakjuni, sum nú er limur í lítla felagnum av spælarum, ið hava skorað hundrað mál ella fleiri í landskappingini.

Hjalgrím Elttør og Sørmundur Kalsø, sum hava verið skaddir, vóru í gjár á næstbesta liðnum, sum á heimavølli vann 3-1 á B68. Jákup B. Andreasen er leikbannaður.