Argjamenn kneykaðu Árnfirðingi

8-mannafør: Kappingin millum tey bæði 8-mannaførini var framúr spennandi

Nógv tann mest spennandi róðurin higartil í dag var tann, tá ið 8-mannaførini kappaðust.

Tað vóru bara tríggir bátar í kappingini. Tað er ikki heilt rætt, tí Ørvur datt beinanvegin langt aftur um hinar bátarnar.

 

Argjabáturin, sum vann á norðoyastevnu, og Árnfirðingur, sum var næstfremstur fyri einari viku síðani, lógu støðugt borð um borð. Mesta partin av teininum hevði annar ongantíð meiri enn hálvan skut ella minni enn tað frammanfyri hin.

Fram ímóti endaspurtinum var Árnfirðingur eitt lítið sindur undan, men á síðstu metrunum fram ímóti málinum megnaði Argjabáturin at vinna seg ein hálvan skut ella so framum Árnfirðing.

 

1 Argjabáturin 04.55.15

2 Árnfirðingur 04.56.25

3 Ørvur 05.09.30