Argjamenn leggja ikki kongin

vodafonedeildin - Fyrst fingu teir mál ímóti sær, síðani fingu teir ein mann útvístan og omaná tað heila, so vóru teir aftanfyri við tveimum málum tá ein hálvur tími var eftir – men argjamenn noktaðu at leggja kongin! Við tíggju monnum megnaðu argjamenn at skora fýra mál og fáa eitt stig við úr Fuglafirði

Einasti dysturin í Vodafonedeildini hetta vikuskiftið var á varmakeldu í Fuglafirði, har ÍF tók ímóti argja­monnum. ÍF skuldi vaska 5-0 tapið ímóti B36 av sær, meðan AB ikki vil hava tíggjunda og aftasta plássi sitnandi á sær í summar­feriuni.
Tað var lítið í bendi á, at dysturin skuldi gerast ein av teimum minn­iligu tað fyrstu løtuna. Tá fyrri hálvleikur var eitt sindur meir enn hálvrunnin, kom lív í dystin. Jan Ellingsgaard stútar eitt horna í mál. Løtu seinni kemur ein avgerandi løta í dystinum. Fyrst fellur Kaj Ennigarð Kenneth Jacobsen og fær gult kort. Lítla løtu seinni er aftur gali millum teir báðar. Meðan bíða verður eftir einum frísparki hendir eitt hvørt, sum fær Dagfinn Olsen at geva Kenneth Jacobsen reytt kort.
– Tað hendir eitt ella annað við okkum tá vit biva tíggju mans. Tað hendir so tíðliga í dystinum, at vit vita at vit koma at renna eyka nógv hendan dystin og at vit mugu kempa, sigur Gunnar Haraldsen, sum spældi allan dystin í mið­verj­uni.
Eftir reyða kortið kom lív í AB. Fyrst javnaði Evrard Blé við skoti uttanfyri brotssteigin. Løtu seinni dømdi Dagfinn Olsen brotsspark til AB og argjamenn vildu hava Poul Ennigarð, ið framdi brotsgerðina, útvístan. Hann fekk gula korti og Evrard Blé umsetti brotssparkið til mál. Við seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki, javnaði Kaj Ennigerð úr spískum fyri ÍF.
– Also hann er síðsti maður, so hann kundi gott fingið reytt kort, men eg haldi at Poul Ennigarð kann sjálvur sleppa at svara uppá tað, sigur Gunnar Haraldsen við einum smíli og hyggur uppá Poul Ennigarð, sum stendur viðsíðuna av.
ÍF byrjaði seinna hálvleik væl og skoraði tvær ferðir. Eftir horna er tað Dánjal á Lakjuni, ið leggur ÍF á odda og løtu seinni smekkar Frank Poulsen til uttanfyri brotssteigin og so er 4-2 til ÍF.
– Eg eri skuffaður av at vit lata trý mál inn uppá deyðbóltsstøður. Vit eru ov slappir í teimum støð­unum. Tá vit fáa minkað um munin til 4-3, fáa vit trúnna uppá at tað ber til at fáa stig heim við, sigur Gunnar Haraldsen.
Tehe Arstide minkaði um mun­in tíggju minuttir fyri tíð eftir horna. Síðani mundi Stig-Roar Søb­stad, sum spældi sín seinasta dyst fyri AB, javna eftir verjuvillu í ÍF verjuni. Fýra minuttir fyri tíð kom so útjavnandi málið. Evrard Blé sendi fríspark innfyri, men ongin fekk fatur á bóltinum, sum fór beina leið í málið til 4-4. Frøðin var sjálv­sagt stór á argjamonnum, meðan fuglfirðingar bara hildu um høvdið og ikki kundu trúgva tí sum var hent.
– Tað var ræðuligt at spæla við tíggju monnum. Í seinna hálvleiki satsaðu vit og spældu við trimum í verjuni. Teir hava nakrar skjótar leikarar og tað var tungt at renna aftaná, men tað var deiligt at vit fingu okkurt afturfyri stríðið, sigur Gunnar Haraldsen.
Hetta kappingarárið hevur verið eitt strævið kappingarár fyri argja­menn, sum í fjør endaðu á einum sætta plássi, fýra stig frammanfyri ÍF. Í dag er støðan ein onnur. ÍF er í steypafinaluni og liggur á triðja plássi, meðan AB liggur næst niðast og tykist hava fíggjarligar trupul­leikar. Teir hava millum annað mist Tórð Thomsen og Stig-Roar Søbstad, sum leygardagin spældi sín seinasta dyst fyri AB. Hann skiftir til B36.
– Tað er sjálvandi keðiligt at missa spælarar, men lagið er gott í hóp­inum og tí er lætt at koma til venjing og kempa víðari. Vit hava eitt gott samanhald og tað er av­gerandi fyri at kunnu koma røttu megin niðurflytingarstrikuna, sigur Gunnar Haraldsen at enda.
Nú er summarferia í Vodafone­deildini. Fyrsti dystur hjá AB eftir summar­feriuna er ímóti EB/Streymi á útivølli, men ÍF skal til spæla í suðri ímóti FC Suðuroy.