Inntil fyri heilt stuttum gekk tað sum eftir ánni hjá AB, sum stríðist fyri at endurvinna plássið í bestu deildini, sum AB misti fyri einum ári síðani.
Nú tykist stígur vera komin í, tí tvær tær síðstu ferðirnar hevur AB tapt 2-1 á heimavølli – ímóti HB og NSÍ.
Í dag fer AB at spæla við Margáir, har næstbesta liðið hjá EB/Streymi eigur heimavøll. Setningurin hjá AB er at flyta upp, og setningurin hjá EB/Streymi er at sleppa undan niðurflyting. EB/Streymur er næstniðast við 24 stigum.
Í gjárkvøldið var næstbesta NSÍ liðið fyri 6-2 tapi á útivølli ímóti HB. Argjamenn ætla sær sjálvir at at syrgja fyri uppflytingini, men NSÍ úrslitið í gjárkvøldið kemur væl við hjá AB. Um NSÍ endar hægri enn AB, so kann tað vera, at tað verður neyðugt hjá AB at spæla um uppfytingina, um AB ikki endar á heiðursmerkjaplássi.
Argjamenn skipa fyri felagsferð norður til Margáir í dag.
EB/Streymur – AB: Rúni Olsen kl. 14.00.
Skála | 23 | 15 | 1 | 7 | 53 | 27 | 46 |
AB | 23 | 11 | 5 | 7 | 44 | 33 | 38 |
NSÍ | 24 | 11 | 4 | 9 | 52 | 53 | 37 |
B71 | 22 | 11 | 3 | 8 | 48 | 40 | 36 |
Víkingur | 23 | 10 | 4 | 9 | 56 | 41 | 34 |
HB | 24 | 10 | 2 | 12 | 42 | 52 | 32 |
KÍ | 23 | 8 | 5 | 10 | 35 | 41 | 29 |
B36 | 22 | 7 | 4 | 11 | 35 | 49 | 25 |
EB/Streymur | 22 | 7 | 3 | 12 | 37 | 52 | 24 |
FC Suðuroy | 22 | 5 | 7 | 10 | 33 | 47 | 22 |