Ári: Keðiligt at vit ikki kunnu geva áskoðarunum eitt úrslit (FM1)

(FM1) Eisini Ári Mohr Jónsson mátti staðfesta enn eitt vónbrot aftaná eitt gott leikligt avrik

##med2##

 

Ein sum eisini var hugtungur aftaná tepra og súra tapið móti Skotlandi á Tórsvølli í kvøld var Ári Mohr Jónsson tá reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á hann.

 

Ári Mohr Jónsson sigur seg harmast almikið, at hann og liðfelagarnir ikki kunnu geva trúgvu og drúgvu áskoðarafjøldini á Tórsvølli eitt úrslit, men Ári vónar samstundis eisini, at føroysku áskoðararnir kunnu virðismeta góða leikliga avrikið føroyska liðið vísti á Tórsvølli í kvøld.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Ára Mohr Jónsson. 

 

 

 

Føroyar – Skotland 0-1 (0-0)

 

0-1: Lyndon Dykes 86. 

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Hørður Askham, 58.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Petur Knudsen, 59.) – Hallur Hansson (John Frederiksen, 91.), Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 93.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson

 

Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze