Ari og Sandnes mistu seinasta uppflytingarmøguleikan

Sandnes ULF var eitt stig frá at røkka sætta plássinum, ið hevði givið play off dystir um at sleppa upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

Ari Mohr Jónsson var við frá dystarbyrjan tá Sandnes ULF í seinasta leikumfarinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini spældi móti Ranheim á útivølli.

Við sigri hevði Sandnes ULF togað seg upp á sætta plássið, ið hevði givið eitt pláss í play off endaspælinum millum liðini sum enda millum nummar trý og seks.

Claes Kronberg legði Sandnes ULF á odda tá 57 minuttir vóru farnir, og tá vóru Sandnes ULF á sætta plássinum, men 12 minuttir seinni javnaði Ranheim til 1-1, og tað gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

Ólukkutíð fyri Sandnes ULF vunnu kappingarneytarnir um at røkka sætta plássið, Raufoss 5-4 á Oslo KFUM, og Raufoss fekk togað seg eitt stig framum Sandnes ULF, ið má taka til takkar við sjeynda plássinum og enn einum kappingarári í OBOS-liguni, ið næstbesta deildin verður nevnd. 

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Ari Mohr Jónsson gult kort.

Tromsø og Lillestrøm flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Sogndal, Ranheim, Åsane og Raufoss skulu kappast í play off endaspæli um uppflyting. 

Ari Mohr Jónsson spældi 27 dystir fyri Sandnes ULF hetta kappingarárið. Hann skoraði eitt mál og fekk fýra gul kort.

Lagt er upp til føroyinga- og grannauppgerð í OBOS-liguni komandi kappingarár, tá Sandnes ULF við Ara Mohr Jónsson skulu spæla tveir dystir móti Bryne við Rógva Baldvinsson.

Endaliga støðan í oddinum í OBOS-liguni: 

Nr
1Tromsø30 dystir196560293163 stig
2Lillestrøm30169549262357
3Sogndal30156957362151
4Ranheim30138961412047
5Åsane30129960481245
6Raufoss30111095344942
7Sandnes30 dystir118114655-941 stig
8Oslo KFUM30109114444039
9Hamarkameratene30109114952-339