Ari Olsen heldur fram í Víkingi

Hann hevur verið í felagnum síðan 2020 og hevur nú skrivað undir nýggjan sáttmála.

24 ára gamli strandingurin Ari Olsen hevur gjørt ein nýggjan tvey ára sáttmála við Víking.

 

Hesum boðar Víkingur frá á Facebook í kvøld.

 

Ari Olsen kom til felagið í 2020 og hevur verið har síðani. Tíðliga í 2021 varð Ari óheppin og fekk ein drúgvan knæskaða, sum helt honum úti í langa tíð.

 

– Nú er Ari tó komin fyri seg aftur, og hevur fingið fleiri og fleiri minuttir í beinini í 2022, og tí gleðast vit sjálvsagt um, at hann heldur fram í ljósabláu troyggjuni, skrivar Víkingur.