Ari skoraði aftur í kvøld

1. DEILD: Grannauppgerðin í Fløtugerði í kvøld endaði við javnleiki

ÍF og næstbesta liðið hjá Víkingi hava í kvøld spælt fyrsta dystin í níggjunda umfari í 1. deild.

 

Grannauppgerðin í Fløtugerði endaði 1-1. Harvið er ÍF framvegis ósigrað topplið. ÍF hevur 23 stig, og Víkingur er á sætta plássi við 11 stigum.

 

Tað var málleyst, inntil ein stórur tími var farin. So legði Víkingur seg á odda. Málskjútti var Ari Olsen eftir upplegg frá Fannhard Skoradal. Í kvøld var Ari Olsen fyri fjórðu ferð á næstbesta liðnum í ár. Hann hevur annars ikki spælt, síðani í fjør vár sleit krossbandið í dysti fyri besta liðið hjá Víkingi.

 

Í 5-2 sigri á útivølli ímóti NSÍ síðsta leygarkvøld skoraði Ari Olsen fyrsta málið í ár, og at hann aftur í kvøld var málskjútti ber boð um, at hann er við at koma seg aftur eftir langa skaðasteðgin.

 

ÍF javnaði til 1-1, tá ið eitt korter var eftir. Málskjútti var Elvio Gelmini, og Hans Jákup Lervig átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá 26 ára gamla argentinska spælaranum, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti til ÍF.

 

Mikukvøldið fara fuglfirðingar at spæla á útivølli ímóti KÍ í kappingini um løgmanssteypið, og týskvøldið fær Víkingur vitjan av B36.