Alexandur Kristiansen er av fremstu týðarum í føroyskum skaldskapi yvirhøvur, og tað er ikki smávegis hann hevur flutt av altjóða skaldskapi yvir í okkara mál. Sum ikki einaferð fevnir hann víða og týðir líka frá klassiskum grikskum høvundum um William Shakespeare til eina drúgva yrking eftir russarin Alexand-er Blok. Hesa seinastu hevur týðarin ognað Jóanesi Nielsen á fimmti ára degnum. Av tí grikska er okkurt týtt frammanundan av Janusi Djurhuus, men Alexandur roynir, um tað ikki vignast betri hjá honum. Og so er tann gitna sonettin hjá Patrarca til Lauru við í hópinum ? kanska tí at føroyski yrkjarin áður hevur sagt seg vera raktan av sonettfepuri. Eisini Goethe, William Blake, John Keats og so okkara egni William við eftirnavninum Heinesen sleppa upp í part. Av skaldum á lívi kunnu nevnast Octavio Paz, Lars Forsell, Seamus Heany og Henrik Nordbrandt.
Alexandur Kristiansen er ómetaliga kringur í sínum royndum at flyta alheimsskaldskap yvir í føroyskt og á henda hátt tekur hann um endan eftir Janus Djurhuus, sum vildi prógva, at føroyskt var eitt mentamál millum onnur.
»Ariel« er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Hon er 111 síður til longdar og kostar kr. 120. Ment-unargrunnur Studentafelagsins gav út.