- Milliónir av íbúgvum í Arisona nú fara at liva undir einum enn meira víðgongdum og vandamiklum forboði móti fosturtøku, og hetta skerjir frælsið hjá kvinnuni, sigur Joe Biden, forseti.

Arisona nærmast bannar fosturtøku

Hægstirættur í amerikanska statinum, Arisona, gevur grønt ljós til at handhevja eina lóg frá 1864, sum nærmast bannar fosturtøku.

 

 

- Milliónir av íbúgvum í Arisona nú fara at liva undir einum enn meira víðgongdum og vandamiklum forboði móti fosturtøku, og hetta skerjir frælsið hjá kvinnuni, sigur Joe Biden, forseti.

Avgerðin hjá hægstarætti í Arisona um fosturtøku kom í dag.

 

Lógin frá 1864 nærmast bannar fosturtøku - við undantaki av, at lívið hjá mammuni er í vanda.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at lógin merkir, at tann, sum fremur fosturtøku, kann dømast upp í fimm ára fongsul.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, talar at og sigur, at avgerðini í hægstarætti tekur frælsið frá kvinnuni.

 

- Avgerðin er eitt úrslit av víðgongdu dagsskránni hjá fólkavaldu republikanarunum, sigur amerikanski forsetin.

 

Joe Biden leggur aftrat, at milliónir av íbúgvum í Arisona nú fara at liva undir einum enn meira víðgongdum og vandamiklum forboði móti fosturtøku.

 

Reuters veit at siga, at lógin tekur ikki atlit til neyðtøku - ei heldur til blóðskemd.

 

- Síðan 2022 hava læknar í statinum havt loyvi at fremja fosturtøku upp til viku 15.

 

Tíðindastovan leggur aftrat, at lógin um fosturtøku í Arisona kemur í gildi av nýggjum um 45 dagar.

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Milliónir av íbúgvum í Arisona nú fara at liva undir einum enn meira víðgongdum og vandamiklum forboði móti fosturtøku, og hetta skerjir frælsið hjá kvinnuni, sigur Joe Biden, forseti.

Soleiðis skrivar norska kringvarpið - NRK - í kvøld um útsagnirnar hjá Joe Biden, forseta.