Jean-Bertrand Aristide, sum varð koyrdur frá sum forseti í Haiti í 2004 og hevur búð í útlegd síðani, umhugsar at fara heimaftur. Hesi árini hevur hann búð í Suðurafrika, men nú hevur stjórnin har sagt seg vera til reiðar at hjálpa honum aftur til Haiti.
Tað er ikki greitt, nær Aristide ætlar sær heimaftur. Stjórnin í Haiti hevur gjørt av at geva honum innferðarloyvi, men amerikanska stjórnin hevur biðið hann bíða til aftan á seinna umfar av forsetavalinum, sum verður tann 20. mars. Amerikanararnir bera ótta fyri, at tað kann elva til ófrið, um fyrrverandi forsetin kemur aftur fyri valið.
Tann 57 ára gamli Jean-Bertrand Aristide, sum er fyrrverandi prestur, er framvegis sera væl umtóktur millum tey fátæku í Haiti. Sjálvur hevur hann sagt, at hann ætlar sær heim aftur at tæna fólkinum.