Ark Forwarder komin á Oyrareingir

Avloysaraskipið hjá Norrönu, meðan Norröna er hotellskip í Keypmannahavn, Ark Forwarder, liggur nú við bryggjuna á Oyrareingjum. Norröna er leigað út til hotellskip í Keypmannahavn frá 6. desember til 18. desember í samband við veðurlagsráðstevnuna COP15.

Sum avloysaraskip hevur Smyril Line tí leigað farmaskipið Ark Forwarder, sum bert kemur at sigla við farmi millum Føroyar, Ísland og Danmark.

Norröna siglir heimaftur úr Keypmannahavn tann 19. desember, og fer hon beint haðani til Føroyar, og ikki úr Esbjerg, sum upprunaliga ætlað.

Smyril Line hevur boðað frá, at starvsfólk hjá teimum at seta seg í samband við øll ferðandi, og greiða teimum frá øllum praktiskum lutum hesum viðvíkjandi.