Arkitektonisk perla endaði sum saneringsbúgvið skrímsl

Hergeir Nielsen
------

Tað kostaði tí almenna 28 mió.kr. at fara burtur í haga við miðnámsskúlanum í Vági.

Í eini almennari kanning, sum júst er komin undir land, síggja vit hvussu hatur, illvilji og øvund beindu fyri eini arkitektoniskari perlu vesturi við Vatnið í Vági, og upplýst verður, at hagahúsið helst er í enn verri standi enn higartil hildið.

Kring landið alt hoyrist nógvur grátur og nógv tannagrísl eftir almennum virksemi og almennum íløgum.

Í Vági var øðrvísi. Har var politiski myndugleikin á staðnum trygdin fyri, at hesin fyrsti og einasti almenni stovnur av týdning var sópaður útaftur av fjørðinum og fingin burtur úr fólkaeygum uttan nakrar kostnaðargreiningar yvirhøvur.

Størri asnaspark hevur eingin ungdómur nakrastaðni fingið. Ein longri røð av óvirðiligum politiskum viðurskiftum koma nú undan kavi í eini frágreiðing, sum løgtingið hevur biðið ein kanningarstjóra gera.

Tá fullveldissamgongan árini 1998-2004, fekk skil á almenna búskapinum og tók stig til at menna landið eftir eini skipaðari ætlan, fekk miðnámsskúlin suðuri í Vági hægstu raðfesting, og honum á baki kom miðnámsskúlin í Havn.

Breið semja var á tingi í 2004 um hesa ætlan. Einans formaðurin í javnaðarflokkinum andøvdi ímóti, og royndi at sáa ósemjur og split, men hetta eyðnaðist honum ikki, tá.

Breið kommunal semja var somuleiðis í oynni um hesa ætlan, ja so breið, at Tvøroyrar og Vágs kommunur í apríl 2005 samdust um at leggja saman í eina kommunu treytað av, at júst henda ætlanin varð framd.

Eftir landsstýrisskiftið í 2004 kom kortini kinkur í. Skúlin skuldi nú undir ongum umstøðum byggjast í Vági, tí “Tjóðveldi skuldi onga fjøður hava í hattin fyri nakað sum helst,” søgdu teir lokalu samgongumenninir.

Í kanningini lesa vit víðari frásøgn frá einum av samgongumonnunum: “Orðavalið hjá suðuroyartingmonnunum í samgonguni var hart móti Tjóveldi,” ... “fá faklig atlit eru tikin við í avgerðina,“ ... “avgerðirnar í stóran mun vóru lokal- og partapolitiskar.”

Út kemur innispunnið tógv, og síggja vit her, at hatur, illvilji og útspilling vóru berandi grundgevingarnar fyri at morla niður ein miðnámsskúla ætlaðum øllum ungdóminum í Suðuroynni og lagdur niður í Vági, har eina ringast stóð til.

Vavsturin gjørdist enn størri, og stýringin úr erva helt fram. Í oktober 2005 boðaði landsstýrið frá, at um suðuroyingar skuldu byggja eitt nýtt ellisheim, ja so var tað ein treyt, at tað skuldi byggjast har, sum miðnámsskúlin stóð í gerð.

Einki annað pláss í oynni ella á teimum 49 merkrunum í Vági kundi nýtast til endamálið.

Annars varð eingin stuðul latin frá almennari síðu, kurraðu friðardúgvurnar úti í Nesinum.

Roknað varð ongantíð upp á nakrar avleiðingar av øllum teimum tápuligu avgerðunum, hendan samgongan tók, og tað var so heldur ikki gjørt í hesum føri. Í kanningini upplýsir LV, at rokningin bara fyri hesi einu herðindi - at flyta skúlan - kostaði skattgjaldaranum 28 mió.kr.

Skúlin í Vági var tá komin longri ávegis, enn Marknagilsdepilin er komin í dag.

Í drúgva kanningartilfarinum síggja vit eisini, at ein upprunan til alt tað kostnaðarmikla byggisjuskið átti løgmaðurin, ið tá sat.

Um nakrar forðingar vístu seg, so skuldi boðast sær frá, so skuldu “forðingar fjernast” – verður hann endurgivin fyri at siga.

Løgmaðurin, sum var løntur fyri at ansa eftir, at landsstýrismaðurin í mentamálum umsat hetta málsøkið og hesa verkætlan á fullgóðan hátt, gjørdist nú sjálvur partur av málinum, og skilið gjørdist hareftir.

Ein forðingin var, at grannakommunan ongar verðsins ætlanir hevði um at byggja sær ein miðnámsskúla úti í haganum, og var tí sjálvsagt ikki før fyri at rinda 4 mió.kr. fyri byggibúning, vatn og kloakk, sum er ein lógarásett treyt, áðrenn tú kanst fara undir nakra bygging yvirhøvur.

Henda kostnað hevði Vágs kommuna tá longu frammanundan borið.

Hesa lógaráseting, henda “forðing,” varð “fjerna,” og varð byggibúgvingin, vatn og kloakk fyri 4 mió.kr. als ikki innroknað í verklagslógina, sum var løgd fyri tingið. Hon varð krógvað uttanfyri, vísir landsgrannskoðanin á í kanningini.

Gandaorðið hjá landsstýrismanninum í mentamálum undir tingviðgerðini var, at talan nú gjørdist um ein partneringssáttmála fyri 60 mió.kr., sum ein donsk fyritøka, MT Højgaard, gjørdi saman við LV.

Hetta merkti ma., at ikki ein fjøl kundi flytast uttan at semja varð gjørd partanna millum frammanundan, og tí kom kostnaðarætlanin at halda, segði landsstýrismaðurin víðari.

Fjalarnar gjørdust kortini ikki so fáar, tí bygningurin, sum landsstýrismaðurin bað løgtingið um 60 mió.kr. til, kom at kosta 105 mió.kr.

Vit minnast lokalar tingmenn skriva felags lesarabrøv um, hvussu umráðandi tað var at fáa hendan skúlan av vegnum og út í oyðimørkina onkrastaðni. Um eitt e&r heim varð lagt har í staðin fyri, so kom hetta at gerast ein peningamaskina av eini aðrari verð.

Tá tølandi ørskapurin var upp á tað mesta, skuldu omanfyri 80 nýggj størv koma hagar, og skattainntøkan í kommunukassan fór at gerast so stór, at hon einasmøll fíggjaði íløguna.

Meirilutin í fíggjarnevndini skrivaði eisini í áliti sínum, at í hesum málinum var talan var um at útvega arbeiðspláss, og at sama mannagongd skuldi brúkast aðrastaðni.

Tørvurin á at fjálga um tey gomlu og veiku kom greitt í aðru røð.

Veruleikin gjørdist ein heilt annar, nú tey nýggju størvini teljast á einari hond.

Ein teirra, ið tók undir við hesum leisti, at vit nú skuldu liva av at klippa hvørjum øðrum, fyri 2 mió.kr. pr. song, var so forhippaður í hesi framsókn síni, at hann seinni stovnaði sær sín egna flokk, vælsaktans ætlaður at stríðast fyri líknandi liberalan endamálum aðrastaðni við.

Ongastaðni í kanningini sæst nakar hava roknað eftir, hvat tað fór at kosta at flyta ein skúla fyri 45 mió.kr., har grivið var út og gjørt byggibúgvið, men tað sæst í kanningini.

Undanfarni landsverkfrøðingur sigur,: “- kostnaðurin fyri at flyta skúlan úr Vági til Hovs var umleið 28 mió. kr., ella ein dýrking uppá 18-30 %, og hetta stavar bert frá politiskum avgerðum.”

Kann nakar hugsað sær eina líknandi deyðssynd verða gjørda móti Marknagilsdeplinum, og at Havnar kommuna hevði spælt við ?

At flutt hann niðan í Hoydalar aftan á eina arkitektakapping, fyrireikingar og útgrevstur ?

Neyvan.

Sjálvandi vóna vit, at tey eldru og sinnisveiku, ið húsast í stásiligu nýggju heimunum, ið vit bygdu á Hamragarði, fáa ein góðan og gevandi gerandisdag saman við starvsfólkum sínum, lat ongan iva vera um tað.

Og sjálvandi vóna vit at tey lesandi fáa nakað burtur úr úti í haganum.

Harfyri sleppa vit ikki høpisleysa politiska ólevnaðinum, ið blandaði skúla og ellisheim saman í ein kostnaðarmiklan ellubita.

Henda samanblanding verður ikki gjørd aðrastaðni, og hon vísti seg so eisini at vera eitt reint óðamanna verk.

Tað mest ótrúliga í hesum málið var so tað, at Vágs kommuna gav tí fyrsta og einasta almenna stovni av týðningi, sum nakrantíð varð lagdur í Vági, sparkið út av fjørðinum aftur.

Nakað líknandi hevði verið fullkomuliga óhugsandi eitt nú í Klaksvík, har ein verkætlanin fyri og onnur eftir verður løgd. Ein býráðslimur har á víkini hevði ikki gingið av árinum, um hann bara luftaði eitt ørvitishugskot av hesum slag.

Setti kommunan í Vági seg ímóti harraboðunum úr erva, so stóðu bæði ein miðnámsskúli fyri almenna rokning og eitt e&r heim fyri kommunala rokning í eini annars steindeyðari Vágs bygd í dag.

Onga aðrastaðni er nakað ellisheim nøkur forðing fyri øðrum virksemi, so hví skuldi tað vera tað her?

Allan tann trivnað, mentan og ágóða, ið ein høll sum Løkshøll, gevur fólki á Skálafjørðinum, sópaði meirilutin í Vágs kommunu av borðinum og út av fjørðinum.

Út við lortinum - hóast tað ikki skortaði við vælmeintum áheitanum um at sissa seg og hugsa positivt.

Ein heilt annan hugburð finna vit aðrastaðni, har tað grør um gangandi fót, og har øvundin ikki fær fastatøkur á viti og skili.

Fyri sunnan varð tað illa upptikið at koma við almennum íløgum um Tjóðveldi bar kannuna av teimum, og deyðsiglarakósin er so eisini hareftir.

Ein byggigøla av teimum stóru, sum almennu Føroyar rinda fyri, og sum almennu Føroyar vónandi eisini staðfesta ábyrgd fyri, er nú lýst í eini kanning.

Hvussu leikur fer víðari fram, vita vit ikki, men upplýst er aðrar vegir, at øll, ið hava arbeitt við hesum máli hjá arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum og í landsins stýri, eru horvin úr størvum sínum.


..............



Fakta úr kanningini

• kostnaðurin fyri at flyta skúlan var 28 mió. kr.,
• eingin kostnaðarmeting varð gjørd av flytingini,
• fundarfrásagnir og telefonupprit vóru ikki gjørd um umráðandi mál,
• hvørki LV ella MMR bóðu um tilboð upp á príshækkingar,
• skeivir og villleiðandi upplýsingar vóru latnir Føroya Løgtingi,
• hvørki projektering ella detailprojektering vóru í lagi,
• fleiri upplýsingar vóru ikki atkomiligir, tí skyldan at skriva niður var ikki hildin,
• rætturin til skjalainnlit var ikki tryggjaður,
• rættartrygdin var ikki á hægsta stigi,
• tilfarskostnaður, løn til arbeiðstakarar og aðrar vanligar útreiðslur vóru ikki kannaðar, tá prísurin á miðnámsskúlanum varð latin løgtinginum,
• MTH, sum var einasti tilboðsgevi, fekk verkætlanina fyri 60 mió. kr., men kravdi hana á seinni fundi í Gladsaxe hækkaða upp í 74 mió.kr.
• hvørki fundarfrásøgn ella telefonupprit finnast frá Gladsaxefundinum,
• landsstýrismaðurin játtaði umvegis telefon yvir nátt 14 mió.kr. eyka, uttan notat, uttan játtan og uttan at aðrir entreprenørar fingu høvið at bjóða,
• Landsverk ásannar, at Landsverk hevur havt ov vánaliga projektleiðslu,
• bygningurin var og er í nógv verri standi enn tað, sum óheftur sýns- og metingarmaðurin hevur mett.