Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður leygardagin 25. september.


Streymurin er avtakandi og sambært veðurforsøgnini verður 5 til 10 metrar um sekundið, so fortreytirnar skuldu verið á einari leið, fyri eina góða fiskikapping.


Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Aftur í ár veiðan løgd upp við NFCS.

 

Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.

 

 

 

Góðir vinningar

 

Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir lættnir, ið eru gávukekkar, ið hava viðri frá 2000 til 4000 krónur

 

Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin.