Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla sett í dag

Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla verður sett í Múllers Pakkhúsi í Havn nú kl 15, framsýningin er opin í dag og í morgin – og sýningin í Kollafirði verður opin mikudagin 29. mars.

Á framsýningini verða prýði og lutir sýnd fram, sum luttakarar á skeiðum hjá Tórshavnar Kvøldskúla hava evnað til og gjørt í vetur. Eisini verður eitt fýramannafar sýnt fram.

 

Sí skránna fyri nærri kunning um framsýningina á kvoldskulin.fo

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.