Vilhelm Johannesen hevur lagt uppskot fram um at bøta um støðuna hjá teimum pensionistum, sum eru ringast fyri við tað at teir bert fáa fólkapensión og tær 525 krónurnar frá Samhaldsfasta um mánaðin.
Í viðmerkingunum til uppskotið um broyting í lógini, sigur uppskotsstillarin, at støðan er tann, at nøkur, umframt fólkapensiónina, hava eina tænastumannapensión, at onnur fáa krígspensión og uppaftur onnur fáa eina eftirløn, sum antin tey sjálvi við eini kapitaluppsparing hava teknað, ella sum teirra løntakarafelag hevur fingið í lag.
Viðbótin havt
ymisk nøvn
Vilhelm Johannesen greiður so frá í viðmerkingunum, hvussu ofta henda viðbót hevur skift navn upp gjøgnum árini, síðan hon fyrstu ferð varð játtað. Frá 1980 til 1987 varð stuðulin nevndur brennistudningur, men var so broytt til brenni- og samskiftisstudningur frá 1988 til 1994, og frá 1995 varð stuðulin nevndur viðbót til ávísar pensionistar.
? Frá 1980 til 1987 var stuðulin ætlaður sum ískoyti til oljugjald, og frá 1988 til 1994 var stuðulin ætlaður sum ískoyti til olju,- sjónvarps- og útvarpsgjald. Síðan 1995 er stuðulin ætlaður sum eitt meiri alment ískoyti til pensiónina hjá teimum pensionistum, sum eru ringast fyri og einki annað fáa.
6.000 krónur árliga
? Eftir galdandi lóg verður viðbótin ásett í mun til játtanina á fíggjarlógini, tvs. at talið av ávísum pensionistum og játtanin á fíggjarlógini eru avgerandi fyri, hvussu stór upphæddin verður til tann einstaka móttakaran, sigur Vilhelm Johannesen.
Upplýst verður at á verandi fíggjarlóg er játtanin 12,2 mió. kr. og útgjaldið til hvønn móttakaran 3.240 krónur.
Vilhelm Johannesen setir vegna Javnaðarflokkin fram uppskot um, at upphæddin til tann einstaka móttakaran verður ásett í lógini at vera 6.000 krónur árliga, og verður meirkostnaðurin av hesum mettur til 11,2 mió. kr. í 1998, sum so verður eykajáttanin á fíggjarlógini fyri 1998.