Árligi útlánsvøkstur til vinnuna 2,6% í mai

Árligi útlánsvøksturin til vinnuna var tilsamans 2,6% í mai 2025, roknað sum eitt miðaltal yvir 3 mánaðir.

Mynd 1 vísir árliga útlánsvøksturin til vinnuna. Vinnan eru almennu og privatu feløgini í Føroyum. Vøksturin í útlánum til privatu feløgini var 2,7% í mai 2025, meðan útlánsvøksturin til almennu feløgini var 1,4%, ella 2,6% tilsamans, roknað sum eitt miðaltal yvir 3 mánaðir.  

 

Vinnan hevur skuld í føroysku peningastovnunum á nærum 7 mia. kr. (mai 2025). Skuldin hjá almennu feløgunum er munandi minni, enn hjá teimum privatu. Almennu feløgini skylda um 650 mió. kr., meðan privata vinnan skyldar umleið 6,3 mia. kr. í føroysku peningastovnunum.

 

Mynd 1 Útlánsvøkstur til vinnuna

 

##med2##

 

Útlánini hjá føroysku peningastovnunum fara í stóran mun til tænastuvinnuna (nærum 4,3 mia. kr), meðan útlánini til tilfeingis- og framleiðsluvinnuna vóru ávikavist 1,4 mia. kr. og 1,3 mia. kr. í mai 2025, sí mynd 2.   

 

Vinnan í Føroyum fær eisini fígging úr útlendskum bankum til eitt nú skipabygging. Vinnan skyldar nærum 4,5 mia. kr. tilsamans í íslendskum, svenskum og norskum bankum (ultimo 2024). 

 

Útlán, høvuðsvinnur

 

##med3##