»Armóðin« í Vágsbotni umleið 1920

»Armóðin« var jakt, ið brúkt varð at flyta góðs í land í Havn fyrra partin í farnu øld

Myndin omanfyri er úr savninum hjá Birgari Johannessen í Havn. Hon er tikin í Vágsbotni. Birgar heldur, at myndin er frá umleið 1920, men hetta er tó ikki heilt vist. Eingin bilur sæst á myndini, men fýra hestavognar.
Fyrsti bilurin kom til landið í mai 1922.
Jaktin, sum liggur næst bryggjuni, varð kallað »Armóðin«, men hví hetta var, ella hvussu jaktin í veruleikanum æt, veit Birgar ikki, men tað vil hann fegin frætta.
Birgar heldur, at maðurin í lastini er Óli Arge, tí hann førdi hesa jaktina eitt ávíst tíðarskeið.
Er onkur, ið veit um myndina at siga, ella sum kennist við fólkini á myndini, ella sum dugir at siga, nær myndin er tikin, vil Birgar Johannessen fegin frætta.

Myndaeigari: Petur Skeel Jacobsen