Armstrong bergtók New York Marathon

36 ára gamli Lance Armstrong, sum hevur gjørt seg kendan um allan heim við at vinna heili sjey Tour de France-súkklukappingar á rað, hevur ikki heilt slept ítróttinum

Hann gavst við súkkling á hægsta støði í 2005, men nú hevur hann fingið renniskógvarnar á beinini, og hevur í ár tikið lut í nøkrum marathon kring heimin. Hetta ger hann fyri at reklamera við sínari fyritøku, Livestrong, ið hjálpir børnum við krabbameini. Um vikuskiftið rann hann marathon í New York, og her kom hann á mál í sera góðari tíð. Við tíðini 2.46.43 rann Armstrong seg á mál sum nummar 214 av yvir 90.000 luttakarum. Hetta er bara smáar 24 minuttir aftanfyri vinnaran hjá kvinnunum, Paula Radcliffe.