Á bryggjuni í Árnafirði er virksemi, og her eru útbyggingar farnar fram, og uppi í bygdini vóru menn í holt við at byggja eitt alment wc við brúsu og øllum. Mynd: Álvur Haraldsen

Árnafjørður eigur eitt fantastiskt róðrarneyst

- Vit leiga neystið út til ymiskt tiltøk, eitt nú brúdleyp, føðingardagar og merkisdagar av ymiskum slag, og vit leiga eisini húsið út til setursskúlar og bólkar, sum koma higar at vitja, sigur Atli S. Justinussen.

 

Á bryggjuni í Árnafirði er virksemi, og her eru útbyggingar farnar fram, og uppi í bygdini vóru menn í holt við at byggja eitt alment wc við brúsu og øllum. Mynd: Álvur Haraldsen

Herfyri, tá vit vitjaðu í Árnafirði, settu vit Atla S. Justinussen stevnu. Hann er árnfirðingur, býr í Árnafirði, men hevur sitið í Klaksvíkar býráði í skjótt 20 ár.  

Í hesi setuni er hann eisini varaborgarstjóri og formaður í havna-og vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu.

 

Tá vit umsíður hittu hann í róðrarneystinum fyrrapartin henda dagin, komu vit til búgvið borð og gott kaffi. Her vantaði einki, og blíðskapurin var í hásæti. 

Her var nógv at skifta orð um, tí tað hendur nógv meira í Árnafirði, enn mangur gevur sær far um.

Á bryggjuni í Árnafirði er virksemi. Her eru útbyggingar farnar fram, og uppi í bygdini vóru menn í holt við at byggja eitt alment wc við brúsu og øllum.

 

Henda dagin stóð ein stórur betongbilur á havnalagnum, og fyri at sleppa út til róðrarneystið í bili, máttu vit bíða, til betongbilurin var tómur og farin. Tað tók tað mesta av einum tíma.

 

Meðan vit bíðaðu, vóru vit runt í hugnaligu bygdini og tóku myndir.

 

##med2##

 

Árnafjarðar Róðrarfelag, sum einaferð taldist millum fremstu róðrarfeløg í landinum, varð upprunaliga stovnað miðskeiðis í sekstiárunum. Eftir at felagið, sum árini gingu, hevði ligið í dvala í nøkur ár, varð felagið endurstovnað hin 4. apríl í 2005.

Tá setti nevndin sær fyri at byggja róðrarneyst, og longu hin 21. desember í 2006 stóð neystið uppi. Formaður øll árini síðan endurstovnanina hevur verið maðurin, sum vit henda morgunin hitta í róðrarneystinum. 

- Hetta var ein íløga á einar fimm milliónir, og í dag er skuldin umleið 1,6 milliónir. Bygdu vit eitt slíkt neyst í dag, hevði tað helst kostað einar átta miljónir krónur, sigur Atli S. Justinussen. 

Tað er Árnafjarðar Róðrarfelag, sum eigur neystið, ið eisini virkar sum bygdahús í Árnafirði. 

 

Bátarnir hjá felagnum eru 8-mannafarið, Árnfirðingur, sum er bygdur í 2007 og 5-mannafarið, Katla, sum er bygd í 2008 og hevur navnið eftir elligamla tingstaðnum í Árnafirði.

- Vit leiga neystið út til ymiskt tiltøk, eitt nú brúdleyp, føðingardagar og merkisdagar av ymiskum slag, og vit leiga eisini húsið út til setursskúlar og bólkar, sum koma higar at vitja. 

Atli S. Justinussen sigur, at tá 150 fólk sita til borðs í neystinum, er neystið at kalla fult, men her hava eisini sitið 186 fólk, men tá er rættiliga trongligt.

- Kappróðrarbátarnir, sum báðir standa í neystinum, eru lutfalsliga nýggir, og teir eru í góðum standi. So, tá tíðin kemur, at fólk aftur verða til at manna bátarnar, hava vit teir her, leggur hann aftrat.

 

##med3##

 

 

 

Á bryggjuni í Árnafirði er virksemi, og her eru útbyggingar farnar fram, og uppi í bygdini vóru menn í holt við at byggja eitt alment wc við brúsu og øllum. Mynd: Álvur Haraldsen

Árnafjørður eigur 8-mannafarið, Árnfirðing og 5-mannafarið, Katlu. Mynd: Álvur Haraldsen.