- Umframt at verjugarðurin er longdur, er lítli molin á innara landinum eisini bygdur longur út, sigur Atli S. Justinussen, sum her situr í róðrarneystinum og skoðar verkið. Mynd: Álvur Haraldsen.

Árnafjørður hevur fingið kyrran bátahyl

- Hetta er ein íløga á umleið 11 milliónir krónur, og tað eru vit sera væl nøgd við – ja, eg vil siga, at hetta er ein serprísur, sum vit hava fingið, sigur Atli S. Justinussen.

 

- Umframt at verjugarðurin er longdur, er lítli molin á innara landinum eisini bygdur longur út, sigur Atli S. Justinussen, sum her situr í róðrarneystinum og skoðar verkið. Mynd: Álvur Haraldsen.

Atli S. Justinussen í Árnafirði er fimm ferðir valdur í Klaksvíkar býráð, og hann ivast onga løtu í, at tað hevur tænt bygdini, at hon hevur eitt umboð í býráðnum. 

 

- Langabbi mín, Guttorm Frederik Olsen, sum búði her í Árnafirði, sat í Klaksvíkar kommunu í eini 10 ár, men tað er næstan ein heil øld síðan. Síðan hevur Árnafjørður einki umboð havt, fyrr enn eg varð valdur fyrstu ferð fyri skjótt 20 árum síðan.

 

Atli, sum eisini er varaborgarstjóri og formaður í havna-og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at Árnafjørður hevur bíðað í eina hálva øld eftir at fáa ein brúkiligan bátahyl.

- Hetta arbeiðið byrjaði seinast í sjeytiárunum, men her hevur ongantíð verið ein bátahylur, sum var brúkiligur á lágættini á vetrardegi, sigur hann. 

 

Tað var í fjør, at farið varð í holt við at leingja verjugarðin í Árnafirði við umleið 80 metrum, og nú er arbeiðið komið undir land. 

 

Tað er ArtiCon, sum hevur gjørt hetta arbeiðið, og tað er eisini ArtiCon, sum byggir tunlarnar Norður um Fjall, har alt gróttilfarið er komið út oman fyri bygdina í Árnafirði.  

Atli S. Justinussen sigur, at hann er sera væl nøgdur við tað arbeiðið, sum ArtiCon hevur gjørt, og hann heldur, at fyritøkan er fyrimyndarlig.

 

- Útfyllingin er bygd við tunnilsgóti, og síðan er laðingargrótið komið aðrastaðni. At ArtiCon hevur brúkt tunnilsgrót til útfylling, hevur gjørt, at samlaða verkætlanin ikki kostar nær til tað, hon hevði kostað, um einki grót var nærindis at fara eftir, sigur hann. 

 

Nú hevur Árnafjørður ein kyrran bátahyl, og nú skuldi einki verið til hindurs fyri, at bátar kunnu liggja í bátahylinum í øllum veðri.

 

Umframt at verjugarðurin er longdur, er molin á innara landinum eisini bygdur longur út, og tað er innan fyri her, at betongarbeiðið nýliga er gjørt. 

 

Atli S. Justinussen leggur aftrat, at Klaksvíkar kommuna hevur spart nógvar milliónir við, at grótið til útfylling hevur verið so lætt at fingið fatur í.   

 

Hevði alt grótið verið keypt frá Landsverki og komið av Hústoft í staðin, ivast Atli ikki í, at íløgan helst verið tann tvífalda av tí, hon er.

 

- Hetta er ein íløga á umleið 11 miljónir krónur, og tað eru vit sera væl nøgd við – ja, eg vil siga, at hetta er ein serprísur, sum vit hava fingið, sigur hann.

 

Tað er stutt úr Árnafirði og út á góðar fiskileiðir.

 

- Hetta verður ein nýggjur møguleiki hjá okkum, sum her búgva og hjá øðrum, sum kundu hugsað sær at róð út hiðani.

 

Atli S. Justinussen heldur, at nýggju umstøðurnar í Árnafirði eisini geva rúm fyri eitt nú frítíðarsigling, og her er longu onkur veitari á fjørðinum, sum ger siglitúrar.

- Her eru vøkur náttúra, og her eru nógvir møguleikar í ferðavinnuhøpi, heldur hann.

 

 

- Umframt at verjugarðurin er longdur, er lítli molin á innara landinum eisini bygdur longur út, sigur Atli S. Justinussen, sum her situr í róðrarneystinum og skoðar verkið. Mynd: Álvur Haraldsen.