TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Arnar Dam hjá EB/Streymi, sum als ikki er nøgdur við javnleik 2-2 á heimavølli ímóti ÍF í dag.
Arnar heldur, at unga EB/Streyms-liðið hevði nóg mikið av málmøguleikum at vinna dystin. Hann er tó fegin um, at liðið vísti góðan moral, tá ÍF kom á odda 2-1, og kom aftur og fekk javnað til 2-2.
Komandi leygardag hevur EB/Streymur heimadyst ímóti AB, og tá ætla sundalagsmenn sær trý stig.