Fyri fjórðu ferð á rað vann B68 í gjár fulla úrtøku. Tað eru 13 ár síðani, at toftamenn seinast vunnu fýra ferðir á rað í bestu deildini. Tá endaði B68 á sætta plássi við 36 stigum. 2-0 heimasigurin ímóti ÍF í gjár ber við sær, at B68 nú er á sætta plássi við 18 stigum.
ÍF hevur ikki vunnið seks tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan er eitt stig – javnleikurin á heimavølli ímóti NSÍ fyri tveimum vikum síðani. ÍF hevur ikki vunnið síðani 16. mai, tá ið tað á heimavølli endaði 2-1 ímóti EB/Streymi. Vánaliga gongdin ber við sær, at ÍF er næstaftast við 12 stigum. Tað eru tvey stig fram til 07 Vestur og trý stig fram til EB/Streym.
Seinnapartin verður greitt, um B68 fer at halda tørn um sætta plássið eftir hetta umfarið. Tá hittast EB/Streymur og 07 Vestur í Hólmanum á Eiði. EB/Streymur hevur 15 stig og frægari málmun enn B68, og 07 Vestur hevur á áttanda plássi 14 stig.
Tá ið EB/Streymur 28. apríl vann 3-1 í Sørvági, vóru tvey tey síðstu málini skorað í 90. og 93. minutti. Tá vóru tað Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum skoraðu avgerandi málini. Teir vórðu báðir skiftir inn fyri síðstu løtuna at eiga avgerandi leiklut, og tað eydnaðist.
Einki er at ivast í, at EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen roknar heimadystin ímóti 07 Vestur at vera ein av teimum, har teir báðir veteranarnir kunnu verða dystaravgerandi.
Hjá EB/Streymi er liðformaðurin Andras Ó. Olsen leikbannaður.
Hjá 07 Vestur er Høgni Egilstoft Nielsen tøkur aftur eftir leikbann.
EB/Streymur – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
KÍ | 17 | 15 | 2 | 0 | 66 | 4 | 47 |
Víkingur | 18 | 12 | 4 | 2 | 37 | 17 | 40 |
HB | 15 | 10 | 3 | 2 | 48 | 9 | 33 |
B36 | 18 | 8 | 7 | 3 | 32 | 17 | 31 |
NSÍ | 19 | 8 | 5 | 6 | 33 | 28 | 29 |
B68 | 18 | 5 | 3 | 10 | 22 | 46 | 18 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 3 | 9 | 14 | 30 | 15 |
07 Vestur | 17 | 4 | 2 | 11 | 20 | 54 | 14 |
ÍF | 17 | 3 | 3 | 11 | 17 | 43 | 12 |
TB | 17 | 0 | 2 | 15 | 8 | 49 | 2 |