Tað eru limirnir í teimum trimum megindeildarráðunum á Fróðskaparsetrinum, sum velja rektaran. Starvsskeiðið hjá rektaranum verður á hesum sinni frá 1. apríl til 1. desember 1998, tá nýtt rektaraskeið byrjar aftur.
Arne Nørrevang er 64 ára gamal, og er eina mest kendur frá BIOFAR-verkætlanini, har hann var leiðari frá 1988-97. Hann hevur áður starvast sum amanuensis og lektari á Keypmannahavnar Universiteti, eins og hann hevur verið lektari á Føroya Læraraskúla Arne var frá 1986 til 1997 savnsvørður á Føroya Náttúrugripasavni.
Arne hevur í mong ár verið ritstjóri á fleiri náttúruvísindaligum ritum og bókaverkum. Eitt nú var hann høvuðsritstjóri av verkinum Danmarks Natur, sum kom í 12 bindum, og sum forlagið Politiken gav út.
Eisini kenna vit Arna Nørrevang frá tí stóra bókaverkinum um føroyska bjargasøgu, sum hann læt forlagið Rhodos geva út í 1977.
Nevnast kann, at Arne hevur skrivað fleiri enn 60 vísindaligar greinir, sum eru prentaðar í ymsum altjóða vísindaligum tíðarritum, sum eina mest viðvíkja lívfrøði.
Harumframt hevur Arne Nørrevang havt, og hevur framvegis, fleiri álitisstørv sum limur í ymsum almennum nevndum, eitt nú í ICES Benthos Ecology Working Group, í BIOICE eins og hann er limur í Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrisins.
Hann er harumframt limur í dómsnevndum í Keypmannahavnar Universiteti og á Statens Naturhistoriska Museet í Stokkhólmi.