Hóskvøldið 3. apríl 2014 klokkan 20 hevur kendi danski sanskrivarin og tónleikarin, Arne Wurgler, konsert í Vektarbúðini.
Vestmanna kommuna veit at siga, at Arne Würgler, sum er føddur í Keypmannahavn í 1943, er kendur frá nógvum tónleikaútgávum, eitt nú Frispark sum kom í 1974, Amerikasange frá 1995 og Holst og Würgler, sum kom í 1999.
- Kona Arna, Ása, er úr Vestmanna. Tey hittust, tá Arne var í Føroyum saman við Benny Holst í sjeytiárunum.
Arne Würgler hevur ongantíð lagt í at krógva, at hann hoyrir heima á politiska vinstravonginum, og tað hoyrist eisini í hansara tónleiki og tekstum.
- Hann er eisini politiskt virkin innan fólkatingsgátt, har hann hevur latið seg stillað upp fyri Eindarlistan. Harumframt hevur hann verið virkin í donsku Fólkarørsluni móti ES, vita vestmenningar at siga.