Arni D. Brattaberg nýggjur fíggjarleiðari

Vágs Býráð hevur á fundi gjørt av at seta Arna D. Brattaberg í fast starv sum fíggjarleiðari.

Fyrsta apríl byrjar nýggi fíggjarleiðarin í Vágs Kommunu.

 

Vágs Kommuna søkti í februar eftir nýggjum fíggjarleiðara eftir at Pól Thorsteinsson boðaði frá, at hann ikki kom aftur eftir farloyvi í trý ár. Í farloyvistíðini hevur Arni D. Brattaberg røkt fíggjarleiðarastarvið.

 

Vágs Býráð hevur á fundi gjørt av at seta Arna D. Brattaberg í fast starv sum fíggjarleiðari.

 

Arni hevur lokið HD 1 og diplom í økonomi og regnskab, og í gongd við eina diplom útbúgving í leiðslu. Umframt royndir frá fíggjarleiðarastarvinum í kommununi, so hevur Arni drúgvar royndir frá privatu vinnuni innan handil, bókhald og nevndararbeiði, skrivar Vágs kommuna á Vagur.fo.