Árni Gregersen sjeyti

Í dag, 1. desember, fyllir Árni Gregersen, journalistur, 70 ár

Øll sum hava fylgt við tíðindum seinastu hálvu øldina kenna Árna Gregersen, ið mest hevur gjørt um seg sum tíðindamaður.

 

Tað lá ikki í kortunum, at Árni skuldi gerast ein skrivandi maður. Hann var borin til tvey marka garðin Jørundstovufestið í Norðragøtu, men hevur tó fleiri royndir í at halda einum pennaskafti – og seinni at trýsta á knattaborðið – enn at halda haka í hond.

 

Árni var fyrsta ommubarnið í báðar ættir, so hann hevur uttan iva verið forkelaður – og kanska er tað tí, at hann stundum kann tykjast í so ráðaríkur?

 

Árni vaks upp í Norðragøtu. Sonur Per og Berlinu Gregersen, bæði úr Gøtu. Per livdi frá 1923-1996, Berlina frá 1922 til 2005.

 

##med2##

 

Meðan Árni gekk í realskúla í Fuglafirði, arbeiddi hann á skristovuni á Fiskavirkinum. Alt ið hann tjenti bleiv brúkt til grammofonplátur, tað var ikki vika, at pakki ikki kom frá HCW Tórgarð í Havn. Hann plagdi eisini at hjálpa til hjá Stig Rasmussen á Estra, um varð giftur við fastur hansara, og so spældi hann eisini sjónleik í Losjuni.

 

Eftir lokið realskúlaprógv í 1968 fór hann til Havnar á studentaskúlan í Hoydølum. Hann búði tá á Kráarvegi hjá Gunnvør og Herbert Samuelsen. Gunnvør var av Geilabø, systkinabarn hjá pápa Árna.

 

Hann tók studentsprógv í 1971 og fór seinni til Danmarkar á Danmarks Journalisthøjskole í Århus, har hann tók prógv í 1976.

 

##med3##

 

Árni er millum teir fyrstu føroyingarnar, sum fingu journalistprógv av journalistháskúlanum um sama mundið sum kend tíðindafólk sum Jóhann Mortensen, Jan Müller, Sonne Smith og Randi Jacobsen gingu har.

 

Men áðrenn hann fór til Danmarkar var hann í summarferium til skips við pápanum, sum førdi Saturn. Hann koyrdi eisini lastbil hjá Hera Thomsen í Gøtu, og tað gjørdi hann eisini mangan, tá hann var heima í summarfrí.

 

Eftir útbúgvingina sum journalistur arbeiddi hann sum blaðmaður á Dagblaðnum í eitt ár og í Útvarpinum í tvey ár. Síðani var hann á danska blaðnum BT í trý ár, á 14. September í eitt ár og aftur í Útvarpinum í tvey ár.

 

Hann var ein av teimum fyrstu journalistunum í almenna sjónvarpinum, sum varð sett á stovn í 1984.

 

Hann gjørdist programmleiðari í Sjónvarpi Føroya í 1990 eftir at Jógvan Jespersen tók við sum útvarpsstjóri, og hann gjørdist sjónvarpsstjóri eftir Jógvan Asbjørn Skaale í 1993. Men longu í 1995 fór hann víðari í leiðandi starv hjá TV2 á Bornholm, har hann var, til hann kom aftur sum blaðstjóri á Dimmalætting í 2007, sum eftir 71 ár við eftirkomarum hjá Andrasi Samuelsen nú fekk annað blóð í blaðstjóran, tá Árni tók við sum tann 18. blaðstjórin á Dimmalætting.

 

##med4##

 

Árni er giftur við Mariu, f. Berg av Skála, foreldur hennara vóru Lisa og Arnold Berg av Skála. Maria og Árni eiga børnini Atla og Beintu. Mari og Árni hava búð í Havn, í Keypmannahavn, á Bornholm og búgva nú í Søldarfirði.

 

Maria og Árni giftust 12. juli í 1975 í Vallensbæk kirkju.

 

##med5##

 

Beinta er fødd 10. juni 1976, hon eigur tvey børn, Mariu Teresu og Petur Gabriel. Beinta er gift Leivi Vitalis í Klaksvík, har tey búgva.

 

Atli er føddur 15. juni í 1982. Hann eigur tvey børn, Árna Nóa og Evu, saman við konuni Jenny. Tey búgva í Gøtu.

 

Árni var í sínari tíð eisini kendur sum fótbóltsdómari, og tað var hann, ið sum bara 19 ára gamal dømdi tann minniliga dystin í Klaksvík 29. august í 1971, tá 66 liðið hjá KÍ misti føroyameistaraheitið, teir høvdu havt síðani 1966. Hetta vildu klaksvíkingar ikki gloyma honum, men tíbetur fyri hann, so gjørdi Suni Merkistein ein dokumentar um 66-liðið hjá KÍ fyri nøkrum árum síðani. Har vóru filmsupptøkur frá dystinum vístar, og eitt dómarapanel, sum varð sett saman til endamálið, fríkendi Árna frá ákærunum frá klaksvíkinum um at skeiva døming.

 

##med6##

 

Seinastu árini hevur Árni havt sína gongd í Miðlahúsinum, síðani hann gavst á Dimmalætting í 2013. Hann er fastur fúsur á FM1, har hann hvønn dag lesur tíðindi fimm ferðir um dagin, umframt at hann javnan skrivar í Sosialinum, nógv um politikk, um vinnu og onnur viðurskifti.

 

Árni eru gamal í fakinum, og tí ein fongur at hava við redaktiónsborðið, har hann kann oysa av sínum mongu royndum. Eisini er hann hollur í ráðum hjá blaðfólkum, ið vilja hava ráð um hetta og kjakast um søgur og um, hvussu søgur skulu vinklast. Journalistikkur er eitt handverk, og tá er altíð gott at hava roynd fólk í húsinum.

 

Vit í Miðlahúsinum ynskja Árna hjartaliga tillukku á sjúti ára degnum og ynskja honum nógv góð ár framyvir – og nógv ár afturat í Miðlahúsinum, har hann setir sín serliga dám á gerandisdegin!

 

Starvsfelagar

 

##med7##

 

Hendan myndin er tikin, tá Jógvan Asbjørn Skaale legði frá sær sum sjónvarpsstjóri í 1993, og Árni Gregersen tók við starvinum

Hendan myndin er tikin, tá Árni Gregersen leggur frá sær sum stjónvarpsstjóri, og Tróndur Djurhuus tekur við um ársskiftið 1994-95

Georg Lindenskov Samuelsen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting frá 1936 til 1981 og Árni Gregersen

Kendir sjónvarpsmenn í Degi og Viku studionumí Vørðsluni: Árni Gregersen, Tróndur Djurhuus og Johnsigurd Johannesen

Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, Jógvan Asbjørn Skaale, fyrrverandi sjónvarpsstjóri, og Árni Gregersen, eisini millum annað fyrrverandi stjónvarpsstjóri

Starvsfólk í sjónvarpinum: Árni Gregersen, Mikkjal Øster og Carsten Arnskov