Árni Skaale hevði sín fyrsta arbeiðsdag

Í dag var samkoma í Fiskimálaráðnum í samband við, at nýggi landsstýrismaðurin hevði sín fyrsta arbeiðsdag.

Í gjár, hin 6. januar, varð nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum settur í starv. Maðurin er Árni Skaale, sum í dag hevði sín fyrsta arbeiðsdag í Fiskimálaráðnum. 

 

- Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu, har starvsfólk í Fiskimálaráðnum nýttu høvi at ynskja nýggja landsstýrismanninum vælkomnum.

 

Tað vita tey í Fiskimálaráðnum at siga í dag.

 

Við løtuna í dag flutti aðalstjórin í Fiskimálaráðnum fram røðu og greiddi frá, at ein av uppgávunum hjá starvsfólkunum er at standa landsstýrismanninum í tænastu og at flyta hansara ætlanir út í lívið.

 

- Somuleiðis takkaði aðalstjórin vegna starvsfólkið Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, fyri tíðina og gott samstarv.

 

Jacob Vestergaard segði eisini nøkur orð og takkaði fyri tíðina í Fiskimálaráðnum, eins og nýggi landsstýrismaðurin, Árni Skaale, bar fram heilsan við ynskjum um gott samstarv í tíðum sum koma.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Sólvit E. Nolsø er landsstýrismaðurin, sum umsitir almannamál, familjumál, bústaðamál og javnstøðumál.