Árni var heilt framúr

Seks umfør undan kappingarenda hevur næstan FM liðið KÍ skorað fleiri mál, enn nakað felag áður hevur skorað í einum kappingarári

Tveir landsliðsspælarar og toppskjúttin sótu á beinkinum alla tíðina, tá ið KÍ í góðveðrinum seinnapartin vann 5-0 á útivølli ímóti B68. Hálvleiksstøðan var 3-0.

 

Jákup B. Andreasen, Heini Vatnsdal og Bob Sumareh vóru á beinkinum alla tíðina, og Deni Pavlovic kom ikki á vøllin eftir steðgin.

 

Talan var um einvegis ferðslu, og talan hevði verið um upplagdar málmøguleikar longu frammanundan, at totfamenn eftir innlegg úr høgru gjørdu sjálvmál. Tá var eitt korter farið.

 

Heilt stóri maðurin hjá KÍ var Árni Frederiksberg, sum av álvara dusaði sær í høgru. Hann átti innleggið, tá ið Deni Pavlovic tveir minuttir eftir fyrsta málið økti um munin til 2-0, og hann átti uppleggið, tá ið Claes Philip Kronberg økti um munin til 3-0, tá ið ein stórur hálvur tími var farin.

 

Boris Dosljak varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og hann økti um munin til 4-0 átta minuttir eftir steðgin.

 

Jesper Van Der Heyden var í dag millum teir fyrstu ellivu, og hann staðfesti 5-0 sigurin, tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal. Uppleggið átti aftur hesaferð Árni Frederiksberg.

 

KÍ hevur nú skorað 83 mál, og tað er met. Í fjør setti HB met, tá ið meistararnir skoraðu 81 mál og vunnu FM við 69 stigum. KÍ hevur nú 59 stig og málmunin 83 – 6.

 

Úrslitini í dag bera við sær, at B68 flutti av sjeynda og aftur á áttanda pláss. B68 og EB/Streymur hava 19 stig, men málmunurin hjá EB/Streymi er frægari, enn hann er hjá B68.

 

 

 

 

 

B68 – KÍ 0-5 (0-3)

 

0-1: sjálvmál

 

0-2: Deni Pavlovic

 

0-3: Claes Philip Kronberg

 

0-4: Boris Dosljak

 

0-5: Jesper Van Der Heyden

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B68: Rói Mørk Hentze – Ari Johannesen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski – Tonni J. Thomsen, Jann Ingi Petersen, Bárður Ó. Jensen, Andri Benjaminsen, Hjalti Strømsten – Lukasz Cieslewicz, Fríði í Túni Petersen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Jesper Brinck – Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jasper Van Der Heyden