Tað tykist greitt fyri fundin klokkan 19 í kvøld, tá Vágs býráð skal skipa seg.
Tað hevur gingið strilitið at skipa nýggja býráðið í Vági, tí at klandur kom í hjá Javnaðarflokkinum. Levi Mørk hevði nógv flestar atkvøður, men kortini vildi Bjarni Johansen ikki sleppa borgarstjórasessinum. Tí gjørdi hann avtalu við Tjóðveldi um at skipa meiriluta. Tjóðveldi hevur fýra sessir í býráðnum, so teimum restaði bara ein í at fáa meirilutan. Tann meirilutan fingu teir við Bjarna Johansen, sum hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum.
Men Bjarni Johansen verður kortini ikki borgarstjóri. Tað verður Arni Brattaberg, sum er fyrst valdur á listanum hjá Tjóðveldi. Síðani verður Bjarni Johansen varaborgarstjóri.
Sum skilst verða bara Tjóðveldi og Bjarni Johansen í meirilutanum. Tað merkir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin við tveimum býráðslimum í part fáa tað nevndarbýti, sum fellir teimum í lut sum minniluti.
Hetta er triðju ferð, at roynt verður at fáa nýggja býráðið saman at skipa seg. Sum skilst møta øll umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum á fundi í kvøld, og harvið er stríðið um valdið í Vágs býráð endað við, at Tjóðveldi, sum valkvøld stóð uttanfyri, nú hevur buktina og báðar endarnar.